FC Barcelona keypt Torres fyri 400 milliónir

La Liga: Hóast FC Barcelona skyldar yvir sjey milliardir krónur, so ber til at keypa

Tað er torført at blíva klókur upp á FC Barcelona í løtuni. Eftir nøkur rokmikil ár er skuldin komin upp á 7,5 milliardir krónir. Tað kostaði felagnum størstu stjørnuna nakrantíð, tá Lionel Messi ikki kundi halda fram og fór til Paris Saint Germain.

 

Síðani er Ronald Koeman koyrdur og hevur tryggjað sær og sínum ein stóra kekk í fráfaringarløn. Fyri kortum atkvøddu limirnir í felagnum fyri eini um- og útbygging av Camp Nou og umstøðunum kring leikvøllin. Hetta kemur at kosta fleiri milliardir krónur.

 

Í vikuni hevur FC Barcelona so keypt spanska landsliðsspælaran, Ferran Torres. Hann er 21 ára gamal og passar væl inn í spælskipanina hjá nýggja venjaraunum Xavi. Hann kostar 400 milliónir krónur, sum skulu rindast yvir fimm ár.

 

FC Barcelona hevur gjørt ein risa lániavtalu við Goldman Sachs, sum ger at felagið hevur nakað av pengum at gera gott við. Tó skal FC Barcelona sleppa av við spælarar, um teir skulu kunna skráseta nýggja spælaran.

 

Sergio Aguero er givin og felagið er í holt við at selja spælarar sum Philippe Coutinho og Samuel Umtiti. Fyrrnevndi er millum dýrastu spælararnar nakrantíð, men hevur ongantíð víst nakað í FC Barcelona.               

 

Søgan, sum nýggi forsetin – Joan Laporta – roynir at fortelja er, at hetta er byrjanin til nakað nýtt. Ungir spælarar sum Ronald Araújo, Riqui Puig, Ansu Fati, Pedri, Eric García, Alejandro Balde, Abde Ezzalzouli, Nico González og bara 17 ára gamli Gavi eru framtíðin, sum skal myndast av fyrrverandi stórspælaranum, Xavi.