FC Barcelona er aftur spanskur meistari

Lionel Messi skoraði avgernadi málið, sum útloysti 10. meistaraheitið hjá honum

FC Barcelona vann í gjár sítt áttanda meistaraheitið upp á 11 ár. Hetta var samstundis tíggjunda meistaraheitið hjá 31-ára gamla Lionel Messi, sum átti avgerandi fótin í 1-0 sigrinum á Levante í gjár.

##med2## 

Lionel Messi byrjaði annars á bonkinum, men kom inn í seinna hálvleiki og avgjørdi dystin. Hann er ein av bara trimum spælarum í søguni, ið hava vunnið La Liga heilar tíggju ferðir í síni tíð sum spælari.

##med3##

FC Barcelona hevur nú 83 stig, meðan fremsti avbjóðarin, Atletico Madrid, hevur 74 stig. Tað er bara trý umfør eftir, so nú kann ongin innheinta Lionel Messi og FC Barcelona, sum annað árið á rað eru spanskir meistarar.