FC Barcelona aftur nummar eitt

Dysturin varð leiktur í Huelva, har heimaliðið ikki hevði tapt síðan desembur í fjør. Teir fingu tó ein rættiligan hvøkk, tá ið Samuel Eto?o eftir bert trimum minuttum sendi eitt langskot í netið. Støðan helt sær til fimm minuttir áðrenn hálvleik, tá ið eitt sera væl spælt álop endaði við at Zambrotta skoraði til 2-0. Bert tveir minuttir seinni økti Eto?o til hálvleiksstøðuna, 3-0.

 

Í seinna hálvleiki fall leikferðin í dystinum. Ikki komu teir stóru møguleikarnir, men 19 ára gamli Lionel Messi skuldi bara hava ein møguleika, so hevði hann skorað til 4-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

FC Barcelona er nú á odda við 63 stigum, trý stig frammanfyri Sevilla, sum tó hevur ein dyst til góðar. Teir møta í morgin Celta Vigo á heimavølli.