Leingi hevur leiðslan í FC Amager arbeitt hart fyri at bjargað felagnum, og Todi Jónsson hevur meiri enn ta einu ferðina sagt, at felagið hekk á tí ytsta av neglunum.
? Nú er tað liðugt, váttar hann í dag fyri bold.dk. ? Tað er tungt júst nú. Møguleikar eru á Amager, men vit megnaðu ikki framhaldandi raksturin av felagnum, og tí máttu vit gevast. Tað er spell, men meira fái eg ikki sagt.
Húsagangurin merkir fyri FC Amager, at felagið noyðist at flyta tvær deildir niður, og av tí at tað frammanundan liggur til niðurflyting í 1. deild, fer FC Amager heilt niður í Keypmannahavnarseriuna.