FBI skal kanna Faceapp

Amerikanskir myndugleikar skulu kanna glóðheita russiska app

Í hesum døgum leggja nógv fólk myndir av sær, sum tey kunnu fara at síggja út, tá ið tey gerast eldri. Faceapp er væl umtókt og undirhaldandi og skapar eina sannførandi útgávu av fólki, tá ið tey verða 20 ella 30 ár eldri.

Tað er russisk fyritøka, sum eigur Faceapp, og amerikanskir myndugleikar fara nú at kanna hesa fyritøku, tí illgruni er um, at appin verður nýtt til at innsavna persónligar upplýsingar um fólk.

Tíðindastovan AP hevur fingið innlit í bræv, sum leiðarin fyri Demokratarnar í Senatinum hevur sent til FBI. Chuck Schumer heldur, at Faceapp kann verða ein trygdarhóttan og seta privatlívið hjá milliónum av fólki í vanda. Fyri hann er tað órógvandi, at russarar standa fyri Faceapp.

Faceapp er framleitt av Wireless Lab í Russlandi, og í løtuni er hendan app ovast á listanum yvir appir, sum verða tiknar niður á fartelefonina hjá fólki.

Jaroslav Goncharov er stjóri fyri appina, og hann sigur miðilin TechCruch, at ongar upplýsingar um brúkararnar av appini enda í Russlandi. Allar myndir og upplýsingar liggja á servara aðrastaðni, og allar myndir verða strikaðar av servaranum eftir 48 tímar. Faceapp serldur heldur ikki upplýsingar til aðrar partar.