Faxe Kondi: VÍF er steypavinnari fyri áttandu ferð

VÍF vann greiðan finalusigur á Neistanum í Faxe Kondi finaluni hjá monnum

Faxe Kondi finalan hjá monnum millum VÍF og Neistan var spennandi fyrstu 26 minuttirnar. Tá 26 minuttir vóru farnir var støðan 13-12 til VÍF. Í steðginum var VÍF á odda 17-12. 

 

Neistin byrjaði væl og var á odda 4-1. Liðini fylgdust til 26 minuttir vóru farnir av dystinum, men eftir tað drógu vestmenningar frá. 

 

Tá 40 minuttir vóru farnir var VÍF á odda 22-14, og tað eydnaðist vestmenningum at halda munin restina av dystinum, og teir vunnu at enda 31-23.

 

Brandur Silvurstein var veruliga ein "brandur" í málinum hjá VÍF í kvøld, og "gull" heldur enn "silvur" hevði verið eitt hóskandi eftirnavn eftir avrikið hjá honum í kvøld.

 

Filip Jojic gjørdi tað eisini framúr við at skjóta heili 12 mál fyri VÍF. 

 

Herbjørn Lava var toppskjútti hjá Neistanum við seks málum.

 

Gongdin í dystinum: 1-4; 4-6; 8-9; 11-11; 13-12; 17-12; 20-14; 22-15; 24-17; 26-20; 29-21; 31-23.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

##med3##