Faxe Kondi: Tveir finalusigrar til VÍF, ein til Neistan og ein til VB

Fleiri Faxe Kondi ungdómsfinalur eru spældar í dag.

Seinnapartin í dag og í kvøld hava ungdómsfinalur í Faxe Kondi kappingunum verið á skránni í høllini á Hálsi.

 

Neistin vann Faxe Kondi kappingina hjá dreingjum 14. Teir vunnu 28-21 á Kyndli í finaluni.

 

Rani Johannesen hjá Neistanum var kosin at vera dagsins leikari.

 

VÍF vann gentur 14 aftaná finalusigur 25-22 á Neistanum.

 

Amilia Agnarsdóttir hjá VÍF var kosin at vera dagins leikari.

 

##med2##

 

VÍF vann eisini kappingina hjá dreingjum 14 B.

 

Í finaluni vann VÍF 26-20 á KÍF.

 

Tummas Joensen hjá VÍF var kosin at vera dagsins leikari.

 

##med3##

 

VB vann kappingina hjá gentum 14 B.

 

Í finaluni vunnu vágsgentur 25-24 á H71b aftaná longda leiktíð.

 

Leona Djurhuus hjá VB vald til dagsins leikara.

 

##med4##

 

Myndir: HSF