Neistamenn vunnu seg í Faxe Kondi steypafinaluna við minsta marginali. Samlaða støðan millum KÍF og Neistan var javnleikur 52-52, men Neistin vann 27-26 í Kollafirði og KÍF vann 26-25 í Havn, tí vann Neistin við fleiri málum á útivølli.
Klokkan vísti 59:59 tá Ágúst Ingi Óskarsson tók avgerandi brotskastið. Tá var samlaða støðan 52-51 til KÍF.
Ungi íslendingurin var nóg kaldur í avgerandi støðuni og sendi bóltin í netið til 26-27, og harvið samlaðu støðuna 52-52 sum sendi Neistan í steypafinaluna.
Fagnaðurin í neistaleguni vildi ongan enda taka, og við FM1 segði veteranurin, Tróndur J. Kragesteen, at hann hevur ongantíð spælt eina líknandi steypahálvfinalu.
Neistin møtir antin H71 ella VÍF í steypafinaluni. H71 og VÍF spæla í Hoyvíkshøllini í morgin klokkan 16. H71 er á odda 33-24 frá fyrra dystinum. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
KÍF-Neistin 26-27 (13-11) - samlað 52-52. Neistin vinnur við fleiri útivallarmálum.
Málskjúttar KÍF: Baldur Gillason 5, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Fríði Weyhe 4, Tony Weyhe 3, Nicklas Selvig 3, Morten Kristensen 2, Andrias Nielsen 2, Nikolay Bliznov 1, David Edvardssen 1.
Málskjúttar Neistin: Ágúst Ingi Óskarsson 8, Ísak Vedelsbøl 6, Johannes Bjørgvin 4, Hanus Árason 2, Rani Højgaard 2, Rókur Árason 2, Tróndur J. Kragesteen 2, Pauli Høj 1.