Faxe Kondi: Neistamenn vunnu greiðan sigur á StÍF

Neistin fekk eina góða byrjan upp á bólkaspælið í Faxe Kondi kappingini hjá monnum

Johannes Pólsson Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum (Mynd: Neistin)

Fyrr í kvøld leiktu mansliðini hjá StÍF og Neistanum fyrsta dystin í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini í høllini á Skála.

 

Neistin vann greiðan 33-25 sigur. Í steðginum var Neistin á odda 17-14.

 

Toppskjúttar hjá StÍF vóru Kasper Sommer og Martin Toftanes Danielsen við seks málum hvør.

 

Toppskjútti hjá Neistanum var Johannes Pólsson Kragesteen við 10 málum. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Johannes Pólsson Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum (Mynd: Neistin)