Faxe Kondi menn: H71 hevur vunnið seg í hálvfinalurnar

H71 vann greitt á StÍF. Slagið um annað plássið í bólki 1 stendur millum Team Klaksvík og StÍF

Mennirnir hjá H71 hava vunnið seg í enn eina hálvfinalu í Faxe Kondi kappingini.

 

Tað gjørdist greitt tá H71i dysti í bólki 1 í Hoyvíkshøllini vann greitt 39-31 á StÍF. Í steðginum var H71 á odda 21-14.

 

H71 hevur vunnið á bæði StÍF og Team Klaksvík. Tí vera tað Team Klaksvík og StÍF, ið hava tvey stig hvør sum fara at stríðast um seinna hálvfinaluplássið. 

 

Team Klaksvík og StÍF møtast í Badmintonhøllini sunnudagin 11. desember klokkan 17. Sama kvøld klokkan 18 spæla H71 og H71 2 í Hoyvíkshøllini.

 

Team Klaksvík vann ígjár 28-21 (14-14) á H71 2 í Badmintonhøllini í Klaksvík. 

 

HER er støðan í bólki 1 frá hsf.fo:

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá hsf.fo frá dystinum H71-StÍF 39-31 (21-14):

 

##med3##

 

HER er dómaraseðilin frá hsf.fo frá dystinum Team Klaksvík-H71 2 28-21 (14-14)

 

##med4##