Fyri sættu ferð í søguni eru kvinnurnar hjá Kyndli Faxe Kondi steypavinnarar.
Kyndil vann finaluna 29-21 á Neistanum. Í steðginum var Kyndil á odda 12-7.
Neistin gjørdi ein vørr fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, og tá 35 minuttir vóru leiktir var Kyndil bert á odda 13-12, men tað eydnaðist ikki Neistanum at koma upp á javnleik.
Tá 52 minuttir vóru farnir av dystinum var støðan 22-19 til Kyndil, og tá slitnaði veruliga millum liðini.
Kyndil fór í einum høggi frá 22-19 til eina 27-19 leiðslu, og so var dysturin avgjørdur.
Turið Arge Samuelsen, ið skoraði heili 15 mál og var greiður toppskjútti, og málverjin, Jovana Stranjanac avrikaðu framúr væl fyri Kyndil. Men royndu leikararnir, Bjarta O. Johansen og Bára K. Hansen stóðu eisini sterkar í myndini.
Tað vóru mongu royndirnar sum komu royndu leikarunum hjá Kyndli til góðar.
Maria P. Nólsoy var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum.
Gongdin í dystinum: 4-2; 6-4; 10-6; 11-7; 12-7; 13-12; 17-13; 20-16; 21-17; 24-19; 29-21.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
##med3##
##med4##