Tað er púra opið í Faxe Kondi kappingini í hálvfinaluni hjá monnum millum H71 og VÍF.
Fyrra hálvfinalan millum VÍF og H71 í høllini í Vestmanna endaði við javnleiki 22-22. Sostatt er alt púra opið til returdystin komandi sunnukvøld klokkan 19.
Tó mugu hoyvíkingar iðra seg nakað um javnleikin. H71 var á odda 15-12 í steðginum, og tá átta minuttir vóru eftir var H71 á odda 22-18. Hesa seinastu løtuna skoraði H71 ikki samstundis sum VÍF fekk fýra mál, og fekk knógvað ein javnleik. Sjúrður Olsen javnaði til 22-22 við einum brotskasti tá fá sekund vóru eftir av dystinum.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##