Faxe Kondi: Her er skráin fyri hálvfinalurnar

Sunnudagin vera allar fýra fyrru hálvfinalurnar leiktar í Faxe Kondi kappingini

HSF hevur kunngjørt skránna fyri hálvfinalurnar í steypakappingini - Faxe Kondi kappingini.

 

Allar fýra fyrru hálvfinalurnar vera leiktar sunnudagin millum klokkan 14 og 21.30.

 

Skráin hjá kvinnunum: 

 

Hálvfinalur:

Sunnudagur 6. feb

14.00 Neistin – H71

20.00 Kyndil – Stjørnan

 

Mikudagur 9. feb

19.00 H71 – Neistin (H71 skal spæla Europa Cup í Ukraina, og tí er hesin dysturin mikukvøldið)

 

Sunnudagur 13. feb

14.00 Stjørnan – Kyndil

 

Skráin hjá monnunum:

 

Hálvfinalur:

Sunnudagur 6. feb

16.00 Neistin – KÍF

18.00 VÍF – H71

 

Leygardagur 12. feb

18.00 KÍF – Neistin

 

Sunnudagur 13. feb

16.00 H71 – VÍF

 

Finalurnar vera leiktar leygardagin 19. februar.

 

FM1 hevur sett sær sum mál at siga frá øllum átta hálvfinalunum.