Faxe Kondi: H71 vann finaluni í dreingir 16 aftaná longda leiktíð og brotskastskapping

Tað gjørdist ein minnilig finala millum H71 og Kyndil

H71 vann Faxe Kondi kappingina hjá dreingjum 16 aftaná eina episka finalu móti Kyndli.

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 27-27. Kyndil var á odda 14-10 í steðginum.

 

Aftaná fyrru longdu leiktíðina stóð á jøvnum 34-34, og aftaná seinnu longdu leiktíðina stóð á jøvnum 39-39. Og so var neyðugt við brotskastskapping.

 

H71 var kaldari í brotskastskappingini og setti fimm av fimm brotskøstum í málið. Kyndil skoraði upp á trý av fýra brotskøstum, og tað gjørdist tann lítli munurin sum sendi steypið niðan til Hoyvíkar.

 

Boas Ellefsen á Skipagøtu, ið skoraði 14 mál, og gjørdist toppskjútti fyri H71 fekk heiðurin at skora til endaliga úrslitið 44-42.

 

Fyri undirhaldið hava bæði liðini uppiborið gull.

 

Gabriel Nolsø Petersen var toppskjútti hjá Kyndli við 13 málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##