Tað legst støðugt aftrat við Faxe Kondi steypum uppi í Hoyvík.
Í næstseinastu Faxe Kondi finaluni, ið var finalan hjá gentum 18 var tað H71 sum tryggjaði sær steypið.
Í finaluni vann H71 27-22 á VÍF. Í steðginum var H71 á odda 13-10.
Anna Elisabeth H. Weyhe var dagsins leikari og toppskjútti hjá H71 við 10 málum.
Gunnvá Bárðardóttir Nielsen var toppskjútti hjá VÍF við seks málum.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##










