Hálvleikur er í Faxe Kondi finaluni hjá monnum í høllini á Hálsi.
H71 er á odda við bert einum máli 11-10 í steðginum.
H71 var á odda 10-6, men so ressaðist KÍF seinastu løtuna. Fríði Weyhe skoraði hegnisliga fyri KÍF til 10-11 upp á eina góða fríkastskombinasjón, og tað fekk eld í mongu kollfirðingarnar á áskoðaraplássunum.
Toppskjúttar hjá H71 eru Rói Ellefsen á Skipagøtu við fýra málum, og Bogi Hansen við trimum málum.
Toppskjúttar hjá KÍF eru Vuk Stevanovic og Fríði Weyhe við trimum málum hvør.











