Mest óvæntaða úrslitið var, at Watford sendi West Ham út úr kappingini, tá teir á Upton Park vunnu ein tepran 0-1 sigur á heimaliðnum.
Bolton tók eisini fólk á bóli, tá teir fingu javnt móti Arsenal. Dysturin endaði 1-1 og bæði málini fullu í seinna hálvleiki. Kevin Nolan legði óvæntað Bolton á odda, og ikki fyrr enn tað restaðu góðir tíggju minuttir eydnaðist tað Arsenal at javna, tá verjuleikarin Kolo Toure fekk bóltin í málið. Úrslitið merkir, at hesi bæði liðini skjótt aftur skulu dystast móti hvørjum øðrum, soleiðis at greiða fæst á, hvør teirra skal víðari í fimta umfar.
Eisini Bristol yvirraskaði, tá teir spældu javnt móti Middlesbrough. Tað sá annars heilt gott út hjá Middlesbrough, tá teir í fjórða og 23. minutti skoraðu við málum frá ávíkavist Yakubu og Malcolm Christie. Men upp á seks minuttir tíðliga í seinna hálvleiki skutu teir báðir, Richard Keogh og Scott Murray, eitt mál í part, og javnaðu fyri Bristol City. Harvið tryggjaðu teir felagi teirra ein møguleika aftrat, fyri at spæla seg víðari í kappingini.
Tey bæði bestu víðari
Á Old Trafford stóð leingi á jøvnum, tá Portsmouth var á vitjan. Tá leikararnir á vøllinum ikki megna at raka málið, plagar Fergusson at senda ein góðan mann inn av beinkinum, tí hesin veit hvar málið stendur. Vanliga er tað Ole Gunnar Solskjær, men um vikuskiftið var tað Wayne Rooney, ið varð skiftur inn og avgjørdi alt fyri djevlarnar. Seinna málið frá honum var ein sonn perla, har hann við einum frágera góðum lobbi lyfti bóltin upp um málverjan, á tvørtræið og í netið.
Tríggjar minuttir fyri leiklok skoraði Pedro Mendes, so dysturin endaði við einum 2-1 sigri til teir reyðu.
Á Stamford Bridge hevði Chelsea eina lætta uppgávu, tá Nottingham Forrest vitjaði. Teir báðir áleypararnir, Shevchenko og Drogba, syrgdu fyri, at Chelsea førdi við tveimum málum áðrenn 20 minuttir vóru spældir. Shevchenko sendi bóltin í netið umvegis ein mótstøðuleikara, og Drogba krúllaði bóltin í mál við einum flottum frísparki.
Triðja og seinasta málið prikaði John Obi Mikel í netið. Chelsea hevði fleiri aðrar góðar møguleikar í einum dysti, har Chelsea-maskinan koyrdi sum smurt.
Soleiðis gekk tað fyri seg, tá tey bæði bestu liðini í Onglandi í løtuni, spældu seg víðari í FA Cup.
Og verður sæð burtur frá West Ham, Arsenal og Middlesbrough ber til at staðfesta, at tað vóru favorittarnir, sum fóru víðari í FA Cup og skulu mynda 1/8 partsfinalurnar.
FA-Cup, 4. umfar
Wolverhampton - West Bromwich 0-3
Chelsea - Nottingham Forrest 3-0
Manchester City - Southampton 3-1
Arsenal - Bolton 1-1
Luton Town - Blackburn 0-4
Blackpool – Norwich 1-1
Crystal Palace - Preston 0-2
Derby - Bristol Rovers 1-0
West Ham - Watford 0-1
Bristol City - Middlesbrough 2 - 2
Ipswich - Swansea City 1 - 0
Barnet - Plymouth 0 - 2
Tottenham - Southend 3 - 1
Birmingham - Reading 2 - 3
Fulham - Stoke City 3 - 0
Manchester United - Portsmouth 2 - 1