Talv
Vestmenningar byrjaði við einum sonnum braki tá teir vunnu 4-0 á einum sera skerdum kollfjarðaliði í fyrsta umfarinum av liðkappingini. Unglingurin Eyðálvur Johannesen, sum ikki hevur telvað nógv seinastu tvey árini, hevði IM John Rødgaard yvir av sær á fyrsta borði, og varð tað ein ov stór uppgáva hjá unga kollfirðinginum. Torbjørn Thomsen, John Jacobsen og Kári Durhuus mannaðu hini borðini hjá vestmenningum, og talan er tí um eitt sterkt lið sum hevur heilt góðar møguleikar í ár.
Hans Kristian Simonsen sum vanliga situr á fyrsta borði hjá kollfirðingum, fer til Spania at telva HM fyri ungdómar undir 18 ár. Eisini umboðar Miriam Olsen Føroyar í bólkinum undir 14 ár. Telvað verður í døgunum 20. okt ? 4. nov.
Í Havn dystaðust HT 1 og HT 2 móti hvørjum øðrum. Hetta er fyrstu ferð Havnar Telvingarfelag hevur tvey lið í fremstu deildini. HT2 góvu favorittunum harða mótstøðu og stjólu loksins hálvtannað stig frá teimum.
Martin Poulsen ? fyrsta borði hjá HT1 - vann eftir bert fimtan leikum tá Jóhan Gaard bukkaði ein mann burtur. Olaf Berg megnaði ikki at knekka Óla Joensen, og mátti taka til takkar við hálvum stigi, meðan Herluf Hansen hinvegin vann trygt sítt talv á triðja borði á Johan E. Hansen. Jógvan Næs á HT2, vann eitt spennandi talv ímóti Andrias Ziska. Andrias leyp á við kongagambittinum, offraði fyri eitt álop, sum tó vísti seg ikki at vera nóg gott.
Sostatt ein góð byrjan hjá lítla havnarliðnum, og heldur skuffandi byrjan hjá meistaraliðnum frá í fjør.
Hvalvíkingar iðra seg
Mest spennandi dysturin í fyrstu deild var í Hvalvík, har klaksvíkingar vitjaðu. Steintór Rasmussen var ikki við í ferðalagnum og tí vórðu boð send eftir Mr. KTF, Petur Hans Poulsen.
Ólavur Simonsen hevði hvíta fólkið ímóti Martin Brekká á fyrsta borði, men rakk tað bert til ein javnleik. Ólavur offraði fyri álop, men var í roynd og veru heppin at fáa javnt. Rani Nolsøe - sum í mong ár sat á fyrsta borði ? megnaði sína fyrstu uppgávu á øðrum borði til fulnar tá hann vann á Finnbjørn Zachariassen eftir at hava staðið nógv verri í miðspælinum. Finnbjørn fann ikki vinnandi leikin og eftir tað brast múrur hansara saman.
Á triðja borði vann Tummas Martin Anthoniussen heldur heppið á Sámal Christiansen, meðan Petur Hans leikti javnt ímóti Bergur Magnussen. Ein góður sigur hjá klaksvíkingar, sum uttan iva hava allar møguleikarnar at enda á ovastu rók. Hvalvíkingar muga iðra seg eftirsum teir saktans kundu vunnið hendan dyst.
Eftir eitt umfar er sjálvsagt ógjørligt at meta um komandi leikgongdina í fremstu deildini. At siga at klaksvíkingar verða ringir at syfta, er tó ikki at fara heilt skeivur.
2. deild ? favorittarnir vunnu
Sandavágsmenn við Torkil Nielsen á fyrsta borði, vunnu stórsigur 3,5-0,5 á gøtumonnum um vikuskiftið. Favorittarnir svíktu ikki. Reinhold Isaksen bjargaði gøtumonnum hálva stigið ímóti Gutta Petersen.
Runavíkingar og vestmenningar býttu stigini, meðan toftamenn við bert trimum monnum og uttan Jens Kristian Hansen, vunnu 2,5-1,5 á klaksvíkingum. Teir fáa tó bert 1,5 stig fyri stríðið. Eitt straffstig verður nevnliga tikið frá teimum eftirsum teir bert møttu við trimum telvarum.
Í 3. deild verða teir úr HT 3 ringir at basa. Við monnum sum Súna Ziska á liðnum sær kappingarárið hjá teimum ljóst út, og fer HT allarhelst at hava umboðan aftur í 2. deild næsta ár. HT 3 vann 3-1 á HT 4.
VT og KT býttu stigini, men eisini í hesum dysti missur KT eitt stig tá teir bert møttu við trimum telvarum. Sandavágsmenn við feðgunum Magna Thomassen og fyrrverandi landsliðsleikaranum í fótbólti, Ari Thomassen, taptu teirra dyst ímóti Róki. Feðgarnir fingu stigini hjá heimaliðnum; Magni leikti javnt og Ari vann.
FM í útisetu
Eins og undanfarin ár verður útisetaføroyameistarin funnin í føroyska talvfelagnum í Keypmannahavn. Átta telvarar royna seg, har allir telva ímóti hvørjum øðrum.
Tvey umfør eru leikt, og ikki óvæntað hevur fimmfaldaði føroyameistarin Heini Olsen fult stigatal. Hetta hevur Finnbjørn Vang eisini megnað, eitt nú við at vinna á Terja Petersen, sum saman við Carl Eli N. Samuelsen, Pól Martin Hansen og Regin Reinert hava eitt stig. Aftastir eru Ian Leyni og Dannie Nielsen við ongum stigi.
Tíverri kundu flestu av hinum fremstu telvarnum í felagnum ikki luttaka á hesum sinni. Talvið hesa vikuna er millum Carl Eli og Heina úr fyrsta umfarinum.
Flóvin á ferð
Fyri tveimum árum síðani tók Flóvin Tór Næs ta stóru avgerð at telva kring Evropa burturav í eitt ár. Hann fekk í hesari drúgvu talvferð nógvar royndir, umframt kontaktir sum gera tað lættari hjá honum at finna góðar kappingar. Eisini verður hann bjóðaður til ymsar kappingar. Hann er í løtuni í lestrarørindum á flatlondum, men forðar tað ikki fyri framhaldandi talvaktiviteti kring miðevropa.
Flóvin luttekur í hesum døgum í sterkari opnari kapping í Hollandi, tiltikna Hoogeveen kappingin. Hann er styrkismettur sum nummar 32 av 46 telvarum. Illa hevur gingist í hond hjá Flóvini, tí eftir fyrstu trimum umførunum hevur hann enn fyrsta stigið til góðar. Fyrsta talvið tapti Flóvin á einum russiskum stórmeistara. Kappingin fevnir um níggju umfør.