Leygardagin luttóku 54 rennarar í fjórða umfari av Betri Vetrarkappingini. Runnið var í hampiliga góðum líkindum í Sørvági. Tað var annars vindur og regn kring landið, so nógvir at rennarunum mundu vera heldur ivasamir, tá teir hugdu út gjøgnum gluggan um morgunin, men veðrið í Sørvági var gott. Sirm og ikki regn, og eitt lot undan á veg móti Bø og mótvindur heim aftur, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya á heimasíðuni.
Bjarki Johannesen, Roysnið, Peter Jensen, Bragdið, og Rógvi Kárason, Bragdið, fylgdust út til Bø, har vent varð, og komu á mál í somu røð, hóast Bjarki og Peter vóru mestsum javnir á mál. Báðir nýttu 32,08 minuttir um teir níggju kilometrarnar. Rógvi hevði tíðina 32,32 minuttir.
Hjá kvinnunum var Rebekka Fuglø úr Treysti í serflokki. Hon vann við tíðini 33,37 minuttir, frammanfyri Saruh Vallin úr Bragdinum, sum hevði tíðina 34,45 minuttir, og Mariu Biskopstø úr Treysti, ið kom á mál við 36,35 minuttir.
##med2##
Vibeka Eihilt Sivertsen úr Treysti vann kappingina hjá gentum við tíðini 11,53 minuttir. Teinurin var tríggjar kilometrar. Maria Biskopstø úr Treysti vann kvinnuunglingabólkin við tíðina 36,35 minuttir, og Ingi Johannesen úr Roysninum vann mansunglingabólkin við tíðini 33,37 minuttir.
Rigmor Napoleonsdóttir Arge úr Hvirluni vann veteranbólkin hjá Kvinnum við tíðini 38,15 minuttir, og Hallur Holm, Brgadið, vann vetaranbólkin hjá monnum við tíðini 33,52 minuttir. Ella Áarstein úr Treysti vann superveteranbólkin hjá kvinnum við 43,21 min., og Heini Gregersen úr Treysti vann superveteranbólkin hjá monnum við 34,56 min. Jens R. Weihe úr Frælsi vann ultraveteranbólkin hjá monnum við 38,44 min.