Favorittarnir ávaraðir

EB/Streymur hevur longu tikið fleiri á bóli í ár, so B36 er ávarað ímóti at taka uppgávuna og lætt

Tað var ikki meira enn akkurát, at B36 knógvaði EB/Streymi í steypakappingini, og FM-favorittarnir úr høvuðsstaðnum eru ikki teir einastu, sum hava ásannað, at EB/Streymur neyvan verða lættir at taka í ár.
Tí er einki at ivast í, at teir í árstalsfelagnum eru ávaraðir hesaferð, og sum skilst, so taka teir í øllum førum ikki nakað fyri givið.
Liðið er annars eitt lítið sindur skert undan hesum dystinum. Heini í Skorini, Jens Kristian Hansen og Bárður Mortansson eru allir um at koma fyri seg eftir skaða, men enn eru teir ikki heilt klárir. Tað er Sverrir Kjærbo neyvan heldur, eftir at hann fyrst mest sum spældi seg inn á liðið, fyri síðani at fara skaddur av vøllinum norðuri í Klaksvík. Tað gevur so aftur pláss til Klæmint Matras, sum hevði leikbann tann dystin. Hartil hevur B36 nú loyvi at nýta Rúna Elttør, og spurningurin er so, um kemur beina leið inn til teir fyrstu ellivu.
Hjá EB/Streymi er væntandi, at allir mans verða tøkir, men fyrireikingarnar í vikuni hava ikki verið heilt optimalar. Ronnie Samuelsen og Hallur Joensen høvdu báðir leikbann seinast eftir reyð kort móti júst B36, og teir verða so báðir tøkir sunnudagin. Tað verða Jákup Martin Joensen og Egil í Bø helst eisini, men felags fyri teir er, at teir ikki hava vant í vikuni vegna ávíkavist sjúku og ferðing.