Tveir dystir hava í kvøld verið spældir í minnu ensku steypakappingini, Carabao Cup. Teir vóru millum Arsenal-West Ham og Leicester-Manchester City.
Undan dystunum vóru tey liðini, ið liggja ovari á stigatalvuni, Arsenal og Manchester City, teir báðir størru favorittarnir til dystirnar. Og tá samanumkom vóru tað eisini tey bæði liðini, ið tryggjaðu sær víðari luttøku.
Men hjá Manchester City stóð nógv á. Dysturin hjá Manchester City móti Leicester endaði nevniliga við 1-1 javnleiki aftaná vanligu leiktíðina, og so mátti farast út í bæði longda leiktíð og brotssparskapping, áðrenn ein avgerð fall. Men í brotssparkskappingini var tað Manchester City, ið dró longra stráðið, og tryggjaði sær víðari luttøku.
Í hinum dystinum vann Arsenal tepran 1-0 sigur á heimavølli móti West Ham. Einsamalla málið í tí dystinum skeyt áleyparin Danny Welbeck stutt fyri hálvleik.
Sostatt er greitt at Arsenal og Manchester City eru klár til hálvfinalurnar í Carabao Cup kappingini. Í annaðkvøld vera seinnu hálvfinalu liðini funnin. Tá spæla Chelsea og Bournemouth á Stamford Bridge, meðan Bristol City á heimavølli tekur ímóti Manchester United.
Úrslitini í Carabao Cup í kvøld:
Arsenal – West Ham 1-0
Leicester – Manchester City 1-1 (Manchester City víðari eftir brotsparskapping)