4. umfar í FM í talvi fyri einstaklingar varð telvað týskvøldið. Merkisvert var tað, at einki talv endaði javnt, og at tað í hesum umfarinum ikki var slingur í valsinum hjá favorittunum. Teir við hægra styrkistalinum vunnu í øllum fimm førunum. Í fýra førum vórðu sigrarnir vunnir við svarta tólkinum.
Nú kappingin er um at vera hálvrunnin, er tað mangt, sum bendir á, at stríðið um FM heitið fer at standa millum Eyðun Nolsøe, sum eftir sigur á Herlufi Hansen framvegis er eitt hálvt stig undan næstu kappingarneytunum, og so Martin Poulsen og Olaf Berg. Martin vann í 4. umfari á Finnbirni Vang, sum harvið misti í toppstríðnum, og Olaf Berg vann á Høgna Egilstoft Nielsen, sum eftir sigur í fyrsta umfari bara hevur fingið eitt hálvt stig burturúr tríggjar tær seinastu ferðirnar.
Hjá Ólavi Simonsen gekk tað ikki væl í fyrstu umførunum. Í trimum teimum fyrstu umførunum var úrtøkan eitt stig eftir tveir javnleikir og eitt tap. Í fjórða umfari eydnaðist tað loksins Ólavi at vinna, tá ið hann basti Hanusi Brekká.
Carl Eli Nolsøe Samuelsen legði bragdliga fyri við sigri í fyrsta umfari á Hanusi Brekká, men so bar einki til, tí Carl Eli tapti ímóti bæði Herlufi Hansen og Finnbirni Vang, ið báðir hava væl lægri styrkistal enn Carl Eli. Í fjórða umfari fótaði Carl Eli sær aftur, tá ið hann vannr á Hans Kristiani Simonsen, sum í teimum báðum talvunum frammanundan hevði vunnið hálvt annað stig remis ímóti Hanusi Brekká og sigur á Herlufi Hansen.
Kappingin heldur fram í skúlanum á Argjum mikudagin klokkan 17, tá ið 5. umfar er á skránni.
Úrslit í 4. umfari
Finnbjørn Vang-Martin Poulsen 0-1
Høgni Egilstoft Nielsen-Olaf Berg 0-1
Hanus Brekká-Ólavur Simonsen 0-1
Herluf Hansen-Eyðun Nolsøe 0-1
Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Hans Kristian Simonsen 1-0
Støðan eftir fýra umfør
Eyðun Nolsøe 3,5
Martin Poulsen 3,0
Olaf Berg 3,0
Finnbjørn Vang 2,0
Ólavur Simonsen 2,0
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2,0
Høgni Egilstoft Nielsen 1,5
Hans Kristian Simonsen 1,5
Herluf Hansen 1,0
Hanus Brekká 0,5
5. umfar mikudagin klokkan 17.00
Hans Kristian Simonsen-Finnbjørn Vang
Eyðun Nolsøe-Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Ólavur Simonsen-Herluf Hansen
Olaf Berg-Hanus Brekká
Martin Poulsen-Høgni Egilstoft Nielsen
Styrkistølini undan kappingini
Olaf Berg 2272
Ólavur Simonsen 2201
Martin Poulsen 2194
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2162
Eyðun Nolsøe 2152
Hans Kristian Simonsen 2104
Høgni Egilstoft Nielsen 2072
Herluf Hannsen 2032
Hanus Brekká 2026
Finnbjørn Vang 2022