Undirtøkan var góð til stóru Atlantic Airways Tórshavn Marathon kappingina, sum var í høvuðsstaðarøkinum leygardagin. Hóast veðurgudarnir ikki allatíðina vístu seg frá síni bestu síðu, vóru bæði fyrireikarar og luttakarar væl nøgdir við kappingina.
Einki óvæntað úrslit
Sum vit nevndu her í blaðnum í farnu viku, vóru tað tey bæði, Cecil Weihe og Rigmor N. Arge, sum vóru favorittar at vinna kappingina hjá ávíkavist monnum og kvinnum. Favoritt-heiti livdu tey bæði eisini væl og virðiliga upp til, tí tað eydnaðist teimum báðum at vinna kappingina.
Umframt at tey bæði vunnu kappingina, eydnaðist tað eisini hjá bæði Cecil og Rigmor at seta nýtt føroyskt met. Tá ið Cecil vann kappingina í fjør, hevði hann tíðina 2.55.54, meðan hann í ár rann tann 42 kilometrar og 195 metrar langa teinin upp á 2.49.06. Altso nærum seks minuttir skjótari enn í fjør.
Rigmor N. Arge rann leygardagin sítt fyrsta marathon nakrantíð, og ikki kann sigast annað, enn at tað var gjørt við lít. Rigmor vann marathon-kappingina við tíðini 3.19.29, og tað er heilar 46 minuttir skjótari enn vinnaratíðin frá í fjør. Einans tríggjar kvinnur luttóku í marathon-kappingini í ár, men tær vóru allar tríggir undir vinnaratíðini seinasta ár. Til stuttleikar kann nevnast, at hevði Rigmor N. Arge tikið lut í kappingini hjá monnunum, so hevði endað sum nummar fýra í samlaðu støðuni.
Góð undirtøka
Skipað varð eisini fyri kapping á hálvum marathon, og her vann favoritturin hjá monnum, Jonhard Larsen úr Treysti, ein tryggan sigur við tiðini 1.23.40. Hann var fimm sekund framman fyri næsta mannin, sum var Edgar Caballero úr Roysninum.
Hjá kvinnunum vann Ann Thomsen úr Bragdinum við tíðini 1.51.49, meðan norska Evelyn Kittelsen gjørdist nummar tvey ein góðan minutt aftan fyri Ann.
Eisini børnini sluppu at royna seg leygardagin, og undirtøkan millum tey smáu var sera góð, siga fyrireikararnir.
Gamlir garpar
Tað eru ikki einans yngri fólk, ið royna seg á longri renniteinunum. Millum luttakararnir á marathon-teininum var eitt nú 79 ára gamli kanadiumaðurin, Wally Herman, sum kom á mál í tíðini 6.14.01, einar tjúgu minuttir aftan fyri javnaldran, Pierre Honnore, úr Danmark. At hesir báðir megna at renna teir góðu 42 kilometrar, hóast teir eru komnir so væl til aldurs, er einki minni enn eitt bragd.










