Sunset-kappingin
Eftir at VB og Stjørnan í fjør fullkomuliga domineraðu hondbóltskappingina, hevur Neistin í ár ætlanir um at blanda seg út í tvídystin teirra millum.
Fleiri sterkir spælarar eru í summar komnar til felagið, og leygardagin skuldu tær so fyri fyrstu ferð royna seg í praksis, tá vitjað varð í Vestmanna.
Har hevur talan verið um hampuliga stóra frágongd í summar, og tí varð roknað við, at Neistin fór at vinna ein tryggan sigur. Talan gjørdist eisini um sigur, men hesin varð tó langt ífrá so tryggur, sum tær høvdu ætlað.
Fram til seinasta korterið av dystinum vóru tað tvørtur ímóti tær á heimaliðnum, sum vóru omaná, men við mansverju av Ioanu Rápa fekk Neistin kortini vent hóttandi tapinum.
Greiðir sigrar
Í hinum báðum dystunum var ikki tað stóra ivamálið um, hvat betra liðið var.
Søljan hevði á heimavølli vitjan av VB, sum vann ikki minni enn 32-14, og í Klaksvík var á leið sama skilið, tá Stjørnan vann ein greiðan sigur á Kyndli.
Hvussu styrkislutfallið er millum liðini, ber illa til at siga eftir hesa fyrstu royndina, men í so máta fæst eitt svar kanska longu komandi vikuskiftið. Tá fer Neistin til Vágs at royna seg, og tað er nógv, sum bendir á, at Neistin í hesum fær sína veruliga styrkisroynd. Ein roynd, sum kanska fer at avdúka, hvørt tað skulu verða tvey ella trý lið, sum í ár fara at stríðast í oddinum.
Fakta um dystirnar
VÍF-Neistin 25-28 (14-14)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 10(1), Fríða Marjunardóttir 8, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 6, Linda Johannesen 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 10(1), Annika Ljósstein 7(1), Unn Kragesteen 4, Anna Clementsen 4, Ása á Neystabø 2, Mildrið Jacobsen 1
Brotskøst: VÍF 3, Neistin 3
Útvísingar: Neistin 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
Stjørnan-Kyndi 32-17 (16-6)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 11(2), Louisa Andreasen 6(1), Bára S. Klakstein 3, Joan M. Djordjevic 3, Una Olsen 2, Anna Kristina Samson 2, Maria við Neyst 2, Katarina Stepanov 2, Birita Hansen 1
Kyndil: Lina Andriulyte 5(1), Anja Heinadóttir 3, Súsanna Petersen 3, Hildur Mikkelsen 2, Randi S. Wardum 2, Linda Weihe 1, Jórun Kudvig 1
Brotskøst: Stjørnan 3, Kyndil 2
Útvísingar: Kyndil 3
Dómarar: Hartvig Joensen & Kári Hansen










