Favorittarnir gjørdu tað upp á hvør sín máta

Champions League: Manchester City vann uttan at sveitta, meðan Real Madrid mátti stríðast

Manchester City vann uttan at sveitta móti FCK, meðan Real Madrid mátti stríðast fyri at knúgva RB Leipzig. Tey eru nú víðari saman við Bayern Munchen og Paris Saint Germain.

 

Manchester City (3) – (1) FCK 3-1 (3-1)

 

Manchester City vinnur samanlagt 6-1

 

1-0 Manuel Akanji, 5

 

2-0 Julian Álvarez, 9

 

2-1 Mohamed Elyounoussi, 29

 

3-1 Erling B. Haaland, 45+3

 

Longu aftaná tíggju minuttir av seinnu uppgerðini var alt avgjørt. Tað var tað longu frá fyrru uppgerðini, men fótbóltur er altíð fótbóltur. Men er var ongin spenningur eftir og Manchester City kann nú fyrireika seg til dystin sunnudagin móti Liverpool.

 

Real Madrid (1) – (0) RB Leipzig 1-1 (0-0)

 

Real Madrid vinnur samanlagt 2-1

 

1-0 Vinicius Junior, 54

 

1-1 Willi Orbán, 68

 

Real Madrid hevði verri við at knúgva RB Leipzig enn Manchester City hevði við at vinna á FCK. Hóast Real Madrid var greiður favorittur og á odda 1-0 í seinnu uppgerðini, so svaraði RB Leipzig aftur og helt fast í spenninginum allan dystin.

 

Champions League 1/8:

 

RB Leipzig – Real Madrid (Samanlagt 1-2)

 

FCK – Manchester City (Samanlagt 2-6)

 

PSG – Real Sociedad (Samanlagt 4-1)

 

Lazio – Bayern Munchen (Samanlagt 1-3)

 

PSV – Borussia Dortmund 1-1

 

Inter Milan – Atletico Madrid 1-0

 

Napoli – FC Barcelona 1-1

 

FC Porto – Arsenal 1-0