Favorittarnir fingu fult

Í Onglandi gekk tað í steypakappingini í dag soleiðis, sum tað kundi roknast við

Tað plaga at vera onkur heit óvæntað úrslit, tá ið tey størstu feløgini í Onglandi spæla í FA Cup steypakappingini á útivølli ímóti teimum smáu. Í dag vóru tey flesstu av teimum størstu á útivølli, og felags fyri nógv tey flestu var, at tey vunnu og harvið halda fram í kappingini.

Størsti favoritturin av øllum mundi vera Manchester City, sum hevði vitjan av Watford. Heimafavorittarnir vunnu 4-2, men leingi meiri enn lúrdi stóra sensatiónin. Tá ið hálvur tími var farin, var Watford frammanfyri 2-0, og tað var ikki fyrrenn ein tími var farin, at Sergio Agüero minkaði um munin, men so gekk skjótt, og City vann 4-2. Stóri maðurin var Sergio Agüero, sum skoraði trý mál.

Illa sperda Swansea vann 2-1 á útivølli ímóti Birmingham. Hjá Michael Laudrup og hansara monnum var sigurin sera kærkomin. Laudrup helt fyri, at hetta var gott fyri sjálvsálitið, nú Swansea í landskappingini skal stríðast fyri at sleppa burtur frá niðurflytingarhóttanini.

FA Cup í dag

Bournemouth – Liverpool 0-2

Bolton – Cardiff 0-1

Huddersfield – Charlton 0-1

Wigan - Crystal Palace 2-1

Birmingham – Swansea 1-2

Rochdale - Sheffield W. 1-2

Port Vale – Brighton 1-3

Sunderland – Kidderminster 1-0

Southend – Hull 0-2

Southampton – Yeovil 2-0

Manchester City – Watford 4-2

Stevenage – Everton 0-4

Í morgin

Sheffield U. – Fulham kl. 13.00

Chelsea – Stoke kl. 15.30