Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini vórðu leiktar í kvøld, og sigast má, at allir favorittarnir greiddu sína skyldu. Í Klaksvík helt HB búrið reint allan fyrra hálvleik, áðrenn alt-vinnandi KÍ-kvinnurnar gjørdu bart í seinna hálvleiki og vunnu 4-0.
AB hevði ongar trupulleikar á heimavølli, har tær, eftir at hava verið á odda 4-0 í hálvleikinum, vunnu 5-0-stórsigur á ÍF. B36 kom afturúr á Skála, men vendi dystinum og vann 2-1, sum síðani merkir, at trý tey fremstu liðini í landskappingini øll eru í hálvfinalunum.
Víkingur er fjórða og seinasta liðið í hálvfinalunum. Tað gjørdist greitt, eftir at tær vunnu 3-1 í Leirvík ímóti felagsliðnum B68/NSÍ.
Lutakastið um hvør skal hittast í hálvfinalunum verður í komandi viku. Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 6. juni, meðan tær seinni verða leiktar 27. juni. Finalan verður á stóra finaludegnum 25. august.