Favorittarnir dumpaðu

Í báðum dystunum í Champions League í kvøld, vóru tað favorittarnir, ið dumpaðu

Tveir dystir hava í kvøld verið í Champions League. Í Týsklandi hava Bayer Leverkusen og Atletico Madrid spælt, meðan Arsenal og Monaco hava spælt í Onglandi.

 

Sambært veddingarfyritøkunum vóru Atletico Madrid og Arsenal favorittar til dystirnar í kvøld, men í báðum førunum dumpaðu favorittarnir.

Tað vóru nevniliga Bayer Leverkusen og Monaco, ið fóru avstað við sigrunum í kvøld.

 

Monaco vann ein sannførandi 3-1 sigur á Emirates leikvøllinum í London. Hóast Arsenal sá út til at fáa eina vón til seinna dystin, tá teir í yvirtíðini minkaðu um munin til 2-1, so eydnaðist tað allíkavæl Monaco at fáa eitt mál afturat í yvirtíðini, soleiðis at sigurin var við tveimum málum.

Serliga eyðsýndur á liðnum hjá Monaco var fyrrverandi Manchester United áleyparin, Dimitar Berbatov.

 

Í hinum dystinum vann Bayer Leverkusen 1-0 á heimavølli móti Atletico Madrid. Einsamalla málið í dystinum skeyt Hakan Calhanoglu, tá umleið ein tími varð leiktur av dystinum.

 

Harvið eru tað favorittarnir úr Arsenal og Atletico Madrid, ið hava knívin á barkanum til seinnu uppgerðina, sum verður tann 17 marts.

 

Úrslitini í kvøld:

 

Bayer Leverkusen – Atletico Madrid 1-0 (0-0)

1-0 Hakan Calhanoglu

 

Arsenal – Monaco 1-2 (0-1)

0-1 Geoffrey Kondogbia

0-2 Dimitar Berbatov

1-2 Alex Oxlade-Chamberlain

1-3 Yannick Ferreira-Carrasco