Í dag var lutakastið til hálvfinalurnar í Champions League. Sambært veddingarfyritøkunum eru tveir favorittar eftir. Teir eru Real Madrid og Bayern Munchen. Teir møtast í hálvfinaluni.
Tað gera Chelsea og Atletico Madrid eisini. Her verður nógv verið tosað um, um málverjin hjá Atletico Madrid kann spæla við, tí hann er útleigaður frá Chelsea. Sambært tíðndunum í dag, so hevur hann lov at spæla uttan at Atletico Madrid skal gjalda nakað fyri tað.
Champions League hálvfinalur:
Real Madrid – Bayern Munchen
Atletico Madrid – Chelsea
Skrá:
22 Apríl: Club Atlético de Madrid v Chelsea FC
23 Apríl: Real Madrid CF v FC Bayern München
29 Apríl: Bayern v Real Madrid
30 Apríl: Chelsea v Atlético










