Spanska landsliðið í manshondbólti vísti í kvøld, at tað skal metast sum ein av favorittunum at vinna HM-kappingina, sum hesaferð er á heimavølli.
Spania møtti í kvøld einum øðrum favoritti, Ungarn, og tað bleiv sum væntað ein javnur dystur. Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, var Ungarn á odda 21-10, men teir seinastu minuttirnar var Spania tað betra liðið og staðfesti at enda sigurin við 28 málum ímóti 22.
Ein annar favorittur, Kroatia, er í bólki saman við Spania og Ungarn. Kroatar spældu í kvøld ímóti Egyptalandi, og hendan dystin vunnu teir 24-20.
Spania er á odda í bólkinum, men avgerðin um, hvør vinnur bólkin, fellur ikki fyrr enn leygardagin, tá Spania og Kroatia møtast.