Favoritt-heitið í Ermasundi

Longu í fyrsta dystinum bresta Ongland og Frakland saman í tí, sum tykist vera uppgerðin millum favorittarnar í bólkinum

Bólkur B

Hóast Frakland uttan nakað stig og uttan nakað mál mátti siga farvæl til seinasta HM-endaspælið eftir innleiðandi dystirnar, so er einki at ivast í, at franska liðið á pappírinum er tað sterkasta í allari EM-kappingini.
Við eini perlurøð leikarum so sum Zidane, Henry, Thuram, Vieira og Trezeguet hevur liðið á flestu plássum profilar, sum teljast millum absolutta heimstoppin á sínum plássi, og er liðið í hæddina, er ilt at síggja, hvør skal vinna á teimum.
Skal nakar veikleiki finnast, so hevur tjóðin kanska ikki heimsin bestu málverjar, men á øllum øðrum plássum tykist talan bæði at vera um klassaspælarar og ?avloysarar, um skaðar ella leikbann raka.
Soleiðis kann venjarin, Jaques Santini, royna at hugsa um, hvørt hann skal nýta Makele, Zidane ella Dacourt sum defensivan miðvallara. Um Trezeguet, Saha ella Wiltord skulu parast við Henry í álopinum, og hvørt álitini í verjuni skulu verða evnaríku Boumsong, Sagnol og Silvestre, ella um tað heldur skulu vera meira royndu Lizerazu, Desailly og Thuram, sum skulu røkja hendan partin.

Stórar bretskar vónir
Skal nakað av liðunum í hesum bólkinum basa Fraklandi so má tað helst vera Ongland, har vónirnar ? sum vant ? eru sera stórar til landsins kosnu. Talan tykist eisini vera um eitt sera sterkt bretskt lið, sum tó er nakað skert av leikbanninum, sum Rio Ferdinand fekk í februar mánaði. Eitt leikbann, sum í øllum førum tóktist kosta Manchester United dýrt í dystinum um enska meistaraheitið, og sum møguliga eisini verður kostnaðarmikið hjá Onglandi.
Í Sol Campbell, John Terry og Gary Neville hevur Svenn Göran Erikson tó eisini avloysarar til sessin, eins og hann á nógvum øðrum plássum hevur fleiri alternativ. Eitt nú tykist størsta høvuðsbryggið vera, hvussu rúm skal gerast fyri Frank Lampard á miðvøllinum, og um venjarin skal tora at seta álitið á teir báðar ungu álopsleikararnar úr Liverpool. Wayne Rooney (Everton) og Michael Owen (Liverpool).

Tungur arvur
Soleiðis bendir mangt á, at Sveis og Kroatia koma at spæla aðru violin í hesum bólkinum. Sveis hevur seinnu árini roynt at førka seg alt nærri altjóða toppinum, men enn er tó langt ífrá, at liðið veruliga hevur otað seg upp millum tey allarbestu.
Tað gjørdi Kroatia fyri bara seks árum síðani, tá teir vunnu bronsu í HM, men í dag eru tað ikki somu nøvn, sum manna liðið. Ta ferðina hevði landið gylta ættarliðið við Prosenecki, Suker, Stojkovic og øðrum at dúva uppá, og tó at Prso, Zivkovic og Mornar eru leikarar við altjóða royndum, so verður ikki roknað við, at hesir kunnu lyfta arvin somikið væl, at talan skal gerast um fleiri altjóða heiðursmerki í bræði.