Dr. Anthony Fauci, sum er fremsti serfrøðingur í smittusjúku, skal í dag hitta skiftisliðið hjá Joe Biden fyri at tosa um handfaringina av koronukreppuni.
Tað sigur Anthony Fauci í samrøðu við CBS News.
Anthony Fauci sigur í samrøðuni, at hann longu hevur tosað við komandi stabsstjóran hjá Joe Biden, Ron Klain, nakrar ferðir.
Teir báðir hava tó ikki havt stundir at tosa um smálutirnar í strategiini fyri koronufarstóttina, sigur hann.
– Eg skal hitta tey í dag – gjøgnum Zoom. So í dag er fyrstu ferð, at vit ítøkiliga fara at tosa saman, sigur Anthony Fauci.
– Eg er ógvuliga fegin um, at vit í dag hava havt fyrstu samrøðurnar um fleiri viðurskifti, koppingarevni og tílíkt, leggur hann afturat.
Fráfarandi forsetin, Donald Trump, hevur í fleiri vikur forða skiftistilgongdini, sum skal fara fram fyri innsetanina av Joe Biden sum nýggjur forseti tann 20. januar.
Donald Trump hevur higartil noktað at viðurkenna tapið til demokratiska mótstøðumannin og hevur í tí sambandi avvíst at lata stábin hjá Joe Biden hitta lyklapersónar í Hvítu Húsunum sum liður í skiftistilgongdini.
Anthony Fauci hevur verið tann mest profileraði serfrøðingurin í eini taskforce í Hvítu Húsunum, sum arbeiðir við at niðurberja koronukreppuna.
Hann er soleiðis vorðin eitt serliga vælkent andlit í amerikonskum sjónvarpi, har hann ofta verður biðin um at koma við sínum boði uppá, hvussu stjórnin átti at bart niður farsóttina.
Tað hevur ført til kalda luft millum Fauci og Trump, forseta, sum hevur valts sína egnu strategi og ignorerað tilmælini hjá Anthony Fauci.
Í samrøðuni við CBS News sigur Anthony Fauci, at hann vildi ysnkt, at hann hevði havt møguleika at hitt liðið hjá Joe Biden fyrr.
Hann leggur dent á, at eitt skifti í sátt og semju er týdningarmikið, um komandi fyrisitingin skal vera til reiðar at taka við valdinum 20. januar.
– Eg havi arbeitt undir seks stjórnum, og eg havi veirð ígjøgnum fimm skiftisskeið, og eg veit, at skiftistilgongdin er sera týdningarmikil, um tú vilt hava eitt gott skifti av ábyrgdini, sigur hann.
/ritzau/