- Tónleika marknaðurin heldur eftir øllum at døma, at tað er neyðugt at mjólka hvønn gullkálvið ein kann finna fram. Soleiðis siga ummælarar hjá ekstrabladet.dk um X-Factor Nú skulu børnini í Kongaríkinum eisini plága teirra foreldur fyri at fáa fingrarnir í eina ?discount? vøru, sum inniheldur eitt ella fleiri innsløg frá teimum meira ella minni talentleysu nýggju finalistunum í ársins X-Fator kapping.
Samlað við rópunum hjá áskoðarafjøldini og tónaleysum tulkingum av øllum frá landaplágum til evergreens í liveútgávum, ið eru skerdar niður til 2 minuttir, so at hyggjararnir í ótolni ikki skifta yvir á BBC.
At geva 149 krónur fyri hesar útgávurnar, ið eru ein niðran av upprunaskøldum sum the Bee Gees, svarar til at gjalda 495 krónur fyri ein tilvildarligan umgang av amatør fótbólti millum hundalortarnar í Kløvemarken, tá ein kann gjalda tað sama fyri ein túr í Parken og síggja ein dyst ímillum Danmark og Svøriki.
Soleiðis sigur ummælarin hjá Ekstra Blaðnum, og á Planetini ber til at síggja teirra ummælir av hvørjum einstøkum luttakara










