FataMorgana

Í morgun komu tilsamans 22 Morgan sportbilar við Norrönu. Talan er um limir í danska bilklubbinum Morgan Sports Car Denmark, sum koma higar at hátíðarhalda 100 ára stovningardagin hjá ensku Morgan bilverksmiðjuni

Fleiri hildu tað vera eina hvørvisjón. So nógvir smáir sportbilar av sama slagi hava ongantíð verið í Føroyum áður. Ferðaleiðari á túrinum er Erik Fey, sum sjálvur hevur ein Morgan frá 1979. Erik hevur ferðast nógv í Føroyum sum ferðaleiðari og hevur skrivað bøkur um føroyska list.


Í morgun hava allir Morgan bilarnir verið í Kirkjubø og kl. 12 var móttøka á Grafiska Verkstaði Føroya á Skálatrøð, har Heðin Mortensen, borgmeistari í Tórshavnar kommunu beyð teimum vælkomin. Morgan verksmiðjan í Malvern í Onglandi og Tórshavnar kommuna eru bæði stovnað í 1909. Tað var Henry F.S.Morgan, sum stovnaði verksmiðjuna, sum í dag verður rikin av triðja ættarliði.


Morgan eru smáir lágir sportbilar við stórum motorum. Teir flestu hava V8 motorar heilt upp til 250 hk, sum koyra frá 0-100 km/t upp á millum 5,5 og 6,0 sekund.


Allir Morgan eru hondgjørdir. Sjálv chassicramman er úr stáli, meðan meginparturin av bilinum annars er gjørdur úr træ (ask) og aluminium. Í kabinuni er instrumentborðið gjørt úr nøtutræ, og setrini eru úr leðri.


Morgan bilarnir broytast lítið og einki. Modellið er so at siga óbroytt síðan 1963. Tað vil siga, at ein yvir 40 ára gamal Morgan og ein spildurnýggjur eru næstan eins. Teir verða tó dagførdir við nýggjari tøkni og kravdari trygdarútgerð.


Bilarnir verða at síggja ymsastaðni kring landið. Týsdagin gongur leiðin til Vestmanna, Kvívík, Saksun, Tjørnuvík og til Gjáar. Mikudagin verður farið í Norðoyggar, har steðgað verður á við kirkjuna við Gøtugjógv. Síðan verður koyrt til Klaksvíkar og til Viðareiðis. Ferðalagið fer avstað aftur við Norrönu hóskvøldið 17. september.