Í morgin skulu palestinar velja nýtt tjóðarting. Tað er greitt, at valið stendur ímillum Fatah-flokkin hjá Abu Mazen, forsætisráðharra og tann politiska vongin av felagsskapinum Hamas. Higartil hevur Fatah sitið við valdinum, men tær seinastu kanningarnar benda á, at Hamas kann fáa meiri enn 30 prosent av atkvøðunum. Hendir tað verður Hamas ein álvarssom avbjóðing hjá Fatah. Men nú mælir ein av leiðarunum í Fatah teimum báðum flokkunum til at skipa stjórn saman eftir valið.
Marwan Barghouti er eitt av oddavalevnunum hjá Fatah, men sjálvur sleppur hann ikki á ting, sjálvt mum hann verður valdur, tí hann situr í fongsli í Ísrael. Fyri trimum árum síðani tóku ísraelsmenn hann, og árið eftir varð hann dømdur fimm ferðir lívlangt fongsul fyri at hava medvirkað til álop á ísraelsmenn í teimum hersettu økjunum.
Fyrrakvøldið kom Barghouti óvæntað á teir palestinsku sjónvarpsskíggjarnar. Eygleiðarar halda, at ísraelsmenn loyvdu honum at siga sína hugsan, tí teir vilja heldur hava Fatah enn Hamas at vinna valið í morgin. Í samrøðu við Al Jazeera og Al Arabiya eggjaði Barghouti øllum palestinum til at fara á val í morgin.
-Við at atkvøða eru vit trúgvir ímóti frælsisbardaganum, trúgvir ímóti pínslarváttunum og trúgvir ímóti Yasser Arafat og Ahmed Yassin, segði Barghouti. Tað var neyvan av tilvild, at hann nevndi Ahmed Yassin, andaliga leiðaran hjá Hamas, sum ísraelsmenn myrdu í 2004. Tí Barghouti vil hava Fatah og Hamas skipa samgongustjórn eftir valið.
-Vit eiga at skipa eina landsumfatandi nýskipanarstjórn, sum skal hava dyggan stuðul í tinginum og fólkinum, segði hann.
Politiskir eygleiðarar í Ísrael ivast í, hvussu skilagott tað var av ísraelsmonnum at lova Barghouti upp í valstríðið. Summir halda, at tað kann geva Fatah nakrar atkvøður afturat, men aðrir halda, at tað kann eggja uppaftur fleiri til at velja tann meiri víðgongda Hamas-flokkin.