Fátækar familjur um alt landið

Hóast tørvurin á hjálp og øktum barnaískoyti er størstur í høvuðsstaðnum, finst trupulleikin kring alt landið.

Uppskotið frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum, Framsókn og Sjálvstýrisflokkinum um at broyta serliga barnaískoyti til húski, ið liva undir fátækramarkinum, liggur nú í Trivnaðarnevndini, sum skal viðgera tað, áðrenn tað aftur kemur í tingsalin. Tað var niðurstøðan eftir fyrstu viðgerð av málinum fríggjadagin.

 

Í viðmerkingunum til uppskotið verða nevndar upplýsingar frá felagsskapinum “Í menniskjum góður tokki”, sum siga, at 269 av familjunum, sum fingu jólahjálp í fjør, hava minni enn helvtina av miðalinntøkuni.

 

Hesar 269 familjurnar fevna um 96 pør við børnum og 173 støk við børnum, og bústaðarstøðan hjá teimum er tann, at 144 búgva til leigu, 90 í egnari íbúð ella egnum húsum, og 35 búgva inni hjá foreldrunum.

 

Familjurnar finnast um alt landið, tí 91 av teimum búgva í Havn, 45 í Eysturoynni, 39 í Norðoyggjum, 27 í Suðuroynni, 25 í Streymoynni, 24 í Vágum og 18 í Sandoynni.

 

Verður andstøðuuppskotið samtykt, skal barnaískoytið kunna hækkast hjá 269 illa støddum familjum við 511 børnum, tí hesar familjur kunnu søkja um eitt serligt mánaðarligt barnaískoyti upp til 1.500 krónur fyri hvørt barnið undir 18 ára aldur.