Fastir í Eysturgrønlandi

Íslendska bjargingartænastan tók í morgun tríggjar menn úr einum báti, sum stóð fastur í ísi í Eysturgrønlandi. Boð vórðu send eftir tyrlum úr Íslandi, eftir at eitt danskt hjálparskip til fánýtis hevði roynt at sleppa ígjøgnum ísin at hjálpa teimum trimum monnunum, sum vóru í bátinum.

Íslendska bjargingartænastan sendi tvær tyrlur avstað, og um fimmtíðina í morgun komu tær fram á tann 27 føtur stóra bátin. Teir tríggir menninir vórðu tiknir úr bátinum og fluttir til Kulusuk.

Báturin hevði staðið fatur í ísinum í fimm dagar, og menninir gjørdu av at senda boð eftir hjálp, tí sjógvur var komin í maskinrúmið, sigur íslendska útvarpið.