Fasthalda krav um bryggjukant

Bjarni Djurholm kom eisini inn á avleidda virksemið og føroysk luttøku í eini komandi oljuvinnu. Hann vísti á orðaskiftið í løgtinginum í 1999
um vinnupolitikkin hjá landsstýrinum, og har tað verður gjørt greitt, at vinnupolitikkurin hevur sum visjón, at Føroyar skulu hava "ein sjálvberandi búskap, sum byggir á fleiri ymiskar vinnur, sum skapa avkast, framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping, og sum raðfestir trivnað og umhvørvi ovarlaga."

Oljuting


-Sum undantak frá meginregluni í vinnupolitikkinum um fría kapping eru ásetingar í lógini um kolvetnisvirksemi um treytir til frama fyri føroyskum vinnulívi og føroyskari arbeiðsmegi. Endamálið við hesi áseting er at tryggja veruligt búskaparligt virksemi í Føroyum. Í einum leitiskeiði vil virksemi altíð verða avmarkað, tí er endamálið í fyrsta umfari at betra um kappingaførið hjá føroysku vinnuni, soleiðis at føroyskar fyritøkur kunnu fáa atgongd til oljuvinnuna - eisini í útlondum vísti landsstýrismaðurin á og helt fram:

-Áðrenn leitivirksemið byrjaði, varð eisini tosað um, at tað hevði stóran týdning at hava okkara vinnu við frá byrjan, tí um so er, at vit ikki gerast eitt oljuframleiðandi land, so hava vit, um ikki annað, eitt vinnulív sum kann átaka sær avbjóðandi og mennandi uppgávur í útlondum - okkara landi at gangi segði Bjarni Djurholm og helt, at sáttmálin, sum Atlantic Airways herfyri gjørdi við Aker Stord, um at flúgva arbeiðsfólk úr Suðurnoregi til Alta í Norðurnoregi, er eitt gott dømi um, at vit ikki tóku feil, tá vit meintu, at okkara fyritøkur eisini eru kappingarførar uttanfyri landoddarnar, og at tær hava eina góða og professionella vøru at bjóða.

-Mín visjón er, helt hann fram, at hesin sáttmálin kann breiða seg sum ringar í sjónum og føra til, at aðrar fyritøkur fáa arbeiðsuppgávur í oljuvinnuni í útlondum, og at arbeiðsuppgávurnar gerast fleiri í tali og koma at fevna um eitt alsamt størri tal av fyritøkum, soleiðis, at tá vit ein dag fara í holt við olju-gassframleiðslu, verða tað føroyskar fyritøkur, sum heilt náttúrligt vinna sær avgerðandi arbeiðsuppgávur - ikki tí at tær eru føroyskar ella tí at lógin ásetir at vørur og tænastur skulu um føroyskan bryggjukant, men tí at tær eru professionallar, álítandi og kappingarførar.

Í sambandi við at fasthalda kravið um føroyska kaikant mótvegis oljufeløgunum legði landsstýrismaðurin annars dent á, at verða okkara viðurskifti við ES broytt munandi, so verða vit eisini noydd til at taka spurningin um kaikantin til nýggja viðgerð.

Bjarni Djurholm vísti á, at Oljutingið er ein tvørfakligur felagsskapur fyri fólk, ið starvast í oljuvinnuni ella, sum hava áhuga fyri oljuvinnu. Tað hevur stóran týdning at vit áhaldandi tryggja eitt virki samskifti um karmarnar um oljuvirksemi í føroyska økinum, og leggur hann sum landsstýrismaður í oljumálum serligan dent á at hava eitt opið samskifti við allar áhugapartar.

-Skal visjónin náast um at finna kolvetni í rakstraverdum nøgdum og at tilfeingið verður til gagns fyri føroyska samfelagið má málið við 2. útbjóðingarumfari verða at tryggja framhaldandi og støðugt leitivirksemi, har ymiskir leitimyndlar verða royndir í føroyska økinum.