Sambært stórari kanning úr Bretlandi, so er tað ikki bert umráðandi, at børn sova nokk, men tað er eins umráðandi, at børnini hava fastar songartíðir. Hetta ávirkar, hvussu børnini hava tað, tá tey eru vakin.
Granskarir hava í kanningini fylgt 10.000 børnum í aldrinum trý til sjey ár. Úrslitini úr kanningunum vísa, at tað ávirkar atburðin hjá børnunum negativt, tá tey fara seint í song og tá songartíðirnar eru skiftandi. Børn sum ikki høvdu regluligar songartíðir høvdu størri trupulleikar við atburði.
Granskarir halda, at tá ið songartíðirnar eru so skiftandi, so ávirkar tað svøvnrútmuna negativt, og órógvar tí barnið bæði mentalt og kroppsliga.
Sambært kanningini, fáa børn gagn av førstum songartíðum, tí tað ávirkar arburð barnsins positivt.