Fastar klokkutíðir til seinastu dystirnar

Tað er siður, at Kappingarnevndin ger av, nær seinastu dystirnir verða spældir, soleiðis at hesir allir verða avgreiddir í senn. Hetta fyri at tað ikki skal bera til hjá liðum at ?spekulera? í úrslitum í øðrum dystum.

Á heimasíðuni hjá FSF verður upplýst, at seinastu umførini verða spæld soleiðis:

 

Vodafonedeildin

27.09.2009 kl. 15:00

03.10.2009 kl. 14:30

 

1 deild menn

23.09.2009 kl. 17:00

26.09.2009 kl. 15:00

03.10.2009 verður ásett mánadagin 28.09.2009

 

1 deild kvinnur

27.09.2009 kl. 13:00

03.10.2009 kl. 12:15