Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi!

Meirilutin á tingi helt og heldur sandoyðingar fyri gjøldur. Í rúsinum upp undir valið var einki óført. Vit skuldu hava hol undir Skopunarfjørð! Eitt tvey, so var eitt lógaruppskot um 700 milliónir skundað ígjøgnum. Allir 32 tinglimir, uttan Kári P. Højgaard, atkvøddu fyri. Løgmaður var sum flestu valevni áhugað í at verða aftur vald ella nývald á tað høga ting. Í rúsinum upp undir valið var einki óført. Vit skuldu hava hol undir Skopunarfjørð! Eitt tvey, so var eitt lógaruppskot um 700 milliónir skundað ígjøgnum. Allir 32 tinglimir, uttan Kári P. Højgaard, atkvøddu fyri

Reint stemmufiskarí

Nú stemmunar frá Sandoyðingum eru fingnar í sekkin, nústani er umráðandi at gera neyvar kanningar av ætlan. Ja, og sågar, hvør skuldi trúð tí, av kostnaði og fígging.

 

Marknagil

Síðan henda samgonga tók við, hevur fíggjar-kreppulúðurin ljóða úr Tinganesi, fyri at fyrireika okkum upp á, at ikki verður ráð til alt.

 

15.mai var tó eitt stór mál skundað ígjøgnum. Eitt nærum samt løgting metti, at lógaruppskotið møguliga var verri fyrireika enn Sandoyartunnilin, men nú skuldi hetta gjøgnumførast so ella so.

 

Enn einaferð Sjálvstýrisflokkurin

Sjálvstýrisflokkurin fekk í tólvta tíma, saman við skilafólki, bjarga uppskotinum, soleiðis at Flagg kvinnan í Eysturríki ikki einsamøll slapp at spæla við tær 600 milliónirnar. Uppskotið skal aftur fyri lóggevandi mynduleikan til endaliga avgreiðslu av einum veruligum uppskoti.

 

Rímuligir spurningar til tey sum atkvøddu fyri Sandoyartunnlinum

 

Varð Sandoyartunnilin samtykur undan Marknagil?

 

Hvørjar kanningar eru neyðugar nú, sum ikki vóru neyðugaðar undan valinum?

 

Eru somu kanningar og krøv galdandi viðvíkjandi Marknagili, sum av Sandoyartunnlinum?

 

 

Hvørji eru kanningar krøvini

Í uppskotinum verður mett, at Marknagil projektið ikki fær sosialar avleiðingar. Hvat byggir samgongan hesar metingar á?

 

Hvat metir samgongan, at samlaði kostnaðurin verður av Marknagil ætlanini.

 

Hátt virda løgting!

Hvat hevur fingið meirilutan á tingi at kúvenda síðan løgtingsvalið?

 

Eg vænti mær eina rúgvu av svarum, tá tað bert var Sjálvstýrsiflokkurin sum kendi ábyrgd, og sum einasti flokkur á Føroya Løgting ikki valdi at halda sandoyingar fyri gjøldur, men opið og erliga boðaði frá, at hann metti at aðrar neyðugar útbyggingar vóru meira átrokandi og ikki vildi lógeva fyri milliarda upphædd, uttan fígging, uttan projekt og uttan nakrar kanningar.

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur enn, sum tá, als einki í móti at finna semju um eina skilagóða ætlan um at seta hol á undir Skopunarfjørð.

 

Meiningarnar um hvørt tað er skilagott at velja útbúgving fram um tunnilin er tíðanverri í alt ov stóran mun tengt at hvørjumegin ætlaðu farleiðina ein búðleikast. Og í hesum leiki har Føroya Løgting hevur hildið allari Sandoynni fyri gjøldur, er rímuligt bæði at mótmæla og harta løgtingi fyri ikki at halda seg til samtykt uppskot- uppskot samtykt 14 dagar undan einum vælið.

 

Betur høvdu Føroyingar og sandoyingar uppiborið og tænir slík viðferð av borgarum landsins ikki virðingini fyri fólkaræðinum.

 

Er skilabetur at samtykkja verkætlan uttan játtan ella samtykkja játtan uttan verkætlan.

 

Er tunnilin høvuðstrupulleikin?

Rímuligt er tó at spyrja um farðleiðin er størsti trupulleikin. Nú onnur øki hava fast samband er farðleiðin uttan iva av enn størri týdningi enn áður.

 

Høvuðs sjónarmiðini ímóti tunnilsætlanini eru, at tað er so skjótt og lætt at ferðast, hugsið bara um Teistan og Gomlurætt!

 

Eg vil tó loyva mær at staðfesta at tað í stóran mun er manglandi menning á oynni sum er størsti trupulleikin.

 

Bleyt virði á Sandoynna

Hoyrdi løgmann hálovað tey bleytu virðini, sum henda samgonga vil berjast fyri. Higartil er veruleikin tó ein annar.

 

Enn er bert avgjørt at byggja ein stóran kassa úti á Marknagili - innihaldið kennir eingin enn. At varveitt mentanina, fólki og Sandoynna, sum eitt fjálgt livandi og mennandi stað, átti at funnið rúmd undir veingjabreiðið hjá hesið bleytu samgongu.

 

 

Flyt part av kassanum á Marknagili til Sandoynna!

Sum kunnugt er einki veruligt projekt á Marknagili, einki innihald er endaliga staðfest, einki tvørfagligt er staðfest - bert tankin um ein stóran kassa!

 

Tað mátti verið so líka til, at vit fluttu ein part av ætlanini á Marknagili til Sandoynna. Hetta vil geva íblástur til trivnað og menning á oynni - og nú tað er so lætt at ferðast hevur tað so als ongan týdning hvar kassanir liggja.

 

Á henda hátt fáa vit bæði ment Sandoynna, vit fáa uppraðfest skúlaverkið, og tunnilin verður minni týðandi.