Aftugongdin í føroyska búskapinum fer næsta ár at fáa avleiðingar fyri privatnýtsluna hjá føroyingum, og serliga í seinnu helvt av 2005 fer tað at síggjast aftur í øllum hagtølum.
Tað sigur búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss.
? Tað er eingin ivi um, at privatnýtslan fer at minka næsta ár, men kreppan verður als ikki so umfatandi sum í 90'unum, sigur hann.
? Umframt niðurgongd í brúkinum hjá fólki, fara vit eisini at síggja størri arbeiðsloysi og fráflyting úr Føroyum. Mín meting er, at eini 1500 fólk fara at flyta av landinum næstu árini, sigur Magni Laksáfoss.
Sæst ikki aftur á tølunum enn
Nýggjar uppgerðir hjá Hagstovu Føroya vísa, at meðan vinnan hevur sett ferðina niður og langt frá innflytir eins nógva útgerð sum fyri einum ári síðani, hevur afturgongdin ikki fingið tey privatu at seta fótin á bremsuna. Innflutningurin til beinleiðis nýtslu var fyrstu átta mánaðirnar í ár eins stórur og hann var somu tíð í fjør.
Hetta kemur ikki óvart á búskaparfrøðingin.
? Tað tekur tíð, áðrenn fólk minka um brúkið, hóast tey vita, at niðurgongd verður. Ikki fyrr enn tey rættiliga síggja og merkja afturgongdina kemur ein broyting, sigur Magni Laksáfoss.
? Alt svingar ikki í takt í búskapinum, og tí fara vit ikki veruliga at merkja niðurgongdina fyrr enn næsta vár. Tá fer venda at koma í, og gongdin fer at síggjast aftur í øllum tølum fyri seinnu hálvu í 2005.
Fyrst rýkur luksus
Magni Laksáfoss er ikki í ivi um, hvussu niðurgongdin í búskapinum fer at merkja privatnýtsluna.
Fyrsta teknið er, at bilasølan minkar, og hetta teknið hevur verið eyðsýnt seinasta árið. Øll tøl frá Bileftirlitinum vísa, at skrásetingin av nýggjum persónbilum minkar støðugt.
? Tað eru fyrst luksusvørurnar, sum fólk gevast at keypa. Síðani minkar keypið av húsarhaldstólum og líknandi, og klædnasølan verður eisini ávirkað. Sølan av matvørum verður ikki ávirkað í sama mun, tí har fáa fólk ikki spart í sama mun sum við luksusvørunum, sigur Magni Laksáfoss.
Ein triðingur av kreppuni
Magni Laksáfoss heldur, at sparingin hjá tí almenna fer at styrkja niðurgongdina í búskapinum, og tá ið alivirksemið næsta árið steðgar, fara arbeiðsloysið og fráflytingin eisini at vaksa.
? Nógv av teimum fyrstu, sum mistu arbeiðið í alivinnuni, hava klárað at funnið sær nýtt arbeiðið, men tað verður verri hjá teimum síðstu, sum missa arbeiðið. Tá verður ikki arbeiðið til allar hendur, og tá kann ein møguleiki gerast at fara av landinum fyri at finna arbeiði.
? Longu í ár verður fráflyting úr Føroyum, og hon fer at vaksa næsta ár. Fráflytingin verður als ikki tann sama sum í 90'unum, men eg vænti at fleiri hundrað fólk fara at flyta av landinum. Samanumtikið rokni eg við, at niðurgongdin í búskapinum verður ein triðing av tí, sum vit upplivdu undir kreppuni, sigur Magni Laksáfoss.









