Farvæl til 14 ár

Setningurin var fyrst og fremst at fáa eitt samanhangandi landsliðskonsept. Hetta málið er rokkið eftir 14 árum. 14 góð ár, sum eisini nerta kenslurnar hjá landsliðsvenjaranum, nú Jógvan Martin Olsen fyrireikar seg til sín seinasta landsdyst á hesum sinni

Fótbóltur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo

 

Kaunas, Litava: Jógvan Martin Olsen takkar fyri seg. Leygardagin vann hann sítt fyrsta altjóða stig sum landsliðsvenjari, og í kvøld verður setningurin at gera ein Olsen, Olsen.

 

Læsir kenslurnar úti

Og tað er ikki heilt frítt, at hetta setir gongd í kenslurnar hjá venjaranum. Kenslur, sum hann tó kortini roynir at halda í stuttum tjóðri, nú liðið fyrireikar seg til seinasta dystin.

- Givið er tað, at tá tú hevur umhugsuna støðuna leingi og setir punktum fyri eitt langt tíðarskeið, so grunar tú sjálvandi um tað.

- Skal eg lýsa meg sjálvan sum persón – og tað bilar einki, um eg geri tað nú – so eri eg rættiliga kensluborin. Eg kann til dømis væl fella eitt tár, um eg bara hyggi at onkrum syrgiligum filmi í sjónvarpinum. Hinvegin havi eg eisini lært somikið av lívinum, at eg kann taka eina heilt aðra masku uppá, soleiðis at eg als ikki verður rørdur, hóast tað onkra ferðina verður heldur baldrut og trupult.

So tað ræður kanska fyrst og fremst um at gera arbeiðið liðugt fyri títt viðkomandi, tá farið verður á vøllin.

- Ja, og ikki bara við A-landsliðnum, tí talan er um eitt langt tíðarbil. Eg byrjaði afturi í 1994 hjá Fótbóltssambandinum sum U16-venjari. Síðani fekk eg eitt øgiliga stórt álit litið upp í hendi, har eg havi verið við til at bygt eitt landsliðskonsept upp. Og samstundis hevur FSF alla tíðina stuðla hesum arbeiðnum, og eg havi havt góðar møguleikar at taka venjaraútbúgvingar og at nema mær kunnleika í øðrum londum.

- Tað er eitt rættiliga umfatandi arbeiði, sum er gjørt í hesum. Bæði við at umskipa kappingarstrukturin í yngru deildunum, og við at byggja eitt samlað konsept upp saman við teimum venjarum, sum eru settir. Vit tosa her um eini 14 ár, og sjálvur havi eg kent soleiðis, at tá tað fyrsta U21-landsliðið endaði eina undankapping, var mín setningur rokkin í tí arbeiðinum.

 

Fara at trýsta

Jógvan Martin hevur so ella so verið partur av landsliðstoyminum tær tríggjar ferðirnar, sum Føroyar áður hava spælt í Litava. Og eins og liðskiparin, Jákup Mikkelsen, roknar hann við, at talan verður um stórt trýst fyrstu løtuna.

- Tað verður tað heilt víst. Men kunnu vit halda tætt fyrsta korterið ella so, so plagar trýstið at vatnast eitt sindur. Teirra sterkasta síða er kontraspælið, og tí standa teir so ofta øgiliga væl móti sterku fótbóltstjóðunum. Umstillingsspælið gongur øgiliga skjótt fyri seg, og teir spæla ógvuliga beinleiðis móti mótstøðumálinum.

- Tí verður tað øgiliga umráðandi hjá okkum, at vit ikki tøma okkara egnu hálvu, men at vit ístaðin liggja djúpt á vøllinum. Liggur verjan djúpt, so fáa teir ikki handan hálva vøllin at renna á, og tað mugu teir heldur ikki fáa, sigur Jógvan Martin Olsen.