Farvæl Kjølar og góðan dag til All That Rain

Ein av okkara best umtóktu tónleikabólkunum seinastu árini, Kjølar, er nú farin í søgubókina. Ístaðin hava tríggir av teimum fýra limunum í Kjølum stovna ein nýggjan bólk, sum teir nevna All That Rain. Hesin bólkurin fer at vera upphitingarbólkur til konsertina hjá TV2 í høllini á Hálsi fríggjakvøldið

Terji Nielsen


Hesa seinastu tíðina hevur ikki so nógv verið at hoyrt til ein av okkara best umtóktu tónleikabólkum, Kjølar, men eitt illfýsið týskvøld í mars hitta vit tríggjar av limunum í Kjølum í einum lítlum venjingarhøli niðri á Margarinfabrikkini í Havn. Teir tríggir, Henning Nicodemussen, Jens Tummas Næss og Jens Marni Hansen, hava nú stovnað ein nýggjan bólk, sum teir rópa fyri All That Rain.


Kjølar endaði

í sátt og semju

Tá ið fólk hoyra, at tríggir av teimum fýra limunum í Kjølum hava stovnað sín egna bólk, halda nógv, at so hevur onkur klandur verið, sum hevur gjørt, at Kjølar eru farnir í søguni, men hetta avsanna teir tríggjir limirnir í All That Rain.

Tann fjórði limurin í Kjølum, sum ikki er við í All That Rain, er sangarin Signar í Homrum. Signar hevur seinastu árini verið búsitandi í Svøríki, og nú hevur hann fingið bæði familju og eitt krevjandi starv, sum ger, at tað ikki er so lætt hjá honum at koma heim á klettarnar at spæla tónleik. Fyrstu tíðini eftir at Signar var fluttur til Svøríkis, virkaði Kjølar á tann hátt, at Signar kom heim í einar tveir mánaðir, og tá spældu Kjølar nógv, men so kundi tað ganga eitt hálvt ár, har bólkurin lá fullkomiliga í dvala. Hetta bar ikki til í longdini, og nú ber tað heldur ikki til hjá Signar at vera í Føroyum í longri tíðarskeið, og tískil stovnaðu hinir limirnir í Kjølum nýggja bólkin All That Rain.

Hava roynt annan forsangara

Tá ið farið var undir bólkin All That Rain, royndu teir at finna sær ein nýggjan forsangara. Ein av okkara bestu sangarum royndi seg saman við bólkinum í nakrar dagar, men hóast hesin hevði eina framúrskarandi rødd, so riggaði samstarvið ikki heilt, og tað eru teir tríggir í All That Rain ógvuliga harmir um.

Men er onkur, sum hevur hug til at royna seg sum forsangara hjá bólkinum, so eru teir opnir fyri at taka onkran inn til royndarvenjingar. Tað kann tó ikki roknast við, at bólkurin fer at taka ein og hvønn inn til royndarvenjingar, tí sum teir siga, so skal tað vera kvalitetur, tí teir eru ikki desperatir eftir at fáa ein sangara. Teir leggja stóran dent á, at tað fungerar væl sum trio.

At tað nú einans er Jens Marni, sum syngur, halda teir ikki vera nakran ampa, men Jens Tummas sigur við einum skeivum brosi, at Jens Marni mangan er rættuliga nervøs, tá ið teir skulu á pallin.


Nú er tað bara

All That Rain

Seinastu mánaðirnar hava teir tríggir, Henning, Jens Tummas og Jens Marni, ferðast kring landið við bólkinum Dynamit 2000, men hetta er nú eisini farið í søgubókina. Tað sama er galdandi fyri bólkin Sjey, sum teir trígir mannaðu saman við songfuglinum Eivør Pálsdóttir. Tískil er tað bara All That Rain, sum stendur á skránni, og teir tríggir hava í meira ella minni mun valt at brúka alla sína orku til henda bólk. Tað vil siga, at teir ikki fara at hava nakað fulltíðarstarv aftrat tónleikinum.

Í løtuni arbeiðir Jens Marni á Nomatek, men hann heldur sjálvur, at tíðin er búgvin til at fara at brúka alla orkuna til All That Rain. Henning arbeiðir nakað á Sandoy Seafood, meðan Jens Tummas lesur nakrar lýsingar inn.

Í løtuni roynir bólkurin at venja so nógv sum gjørligt, og teir siga, at teir venja einar tríggjar ella fýra ferðir um vikuna, umframt at teir eisini spæla til dans onkustaðnis í vikuskiftinum. Í Føroyum er tað annars rættuliga vanligt, at nógvir tónleikarar spæla við nógvum ymiskum bólkum, men teir tríggir í All That Rain siga, at frá nú av fara teir ikki at spæla í nøkrum øðrum bólki enn hesi nýggju trioini hjá teimum.


Spæla í

Danmark í maj

All That Rain vil eisini fegin gera vart við seg uttan fyri landoddarnar. Tískil er skipað fyri einum stórum dansitiltaki í tað fyri føroyskar útisetar so kenda dansistaðið í Keypmannahavn, Gimle, einaferð í maj mánaða, har bólkurin fer at hava eina konsert. Í sambandi við hesa konsertina hava fleiri fólk innan donsku tón-leikavinnuna fingið innbjóðing til konsertina. Hetta eru fólk frá plátufeløgum, útvarpsstøðum og líknandi. Á henda hátt vóna limirnir í All That Rain, at onkur fær áhuga fyri teimum, og at teir fáa aðrar uppgávur í Danmark ella longur úti í verð.


Stílurin er nakað broyttur

Tá ið All That Rain fer at trína á pallin í Høllini á Nabb fríggjakvøld at hita upp fyri TV2, fara teir at spæla nøkur av teimum gomlu løgunum hjá Kjølum, men eisini okkurt nýtt verður á skránni. Men hóast nøkur av løgunum eru gomul Kjølar løg, so er stílurin nakað broyttur. Í hesum sambandi sigur Henning, at Signar hevur eina rættuliga bleyta og poleraða rødd, meðan Jens Marni hevur eina meiri skitna ella ráa rødd, og hetta fer uttan iva eisini at seta sín dám á tónleikin, sum helst ikki fer at vera so fittur, sum vit ofta kendu hann frá Kjølum.

Hóast tónleikurin kanska er blivin eitt sindur meiri skitin og ráur, so siga teir tríggir í All That Rain, at dynamikkurin framvegis er tann sami, sum hann var í Kjølum. Um hetta er satt, fær man so at vita, tá ið All That Rain fyri fyrstu ferð fer á pallin til eina stóra konsert, tá ið teir fríggjakvøldið fara at hita upp fyri stóra danska bólkin TV2 í høllini á Hálsi.