Farvæl, harra Muffin

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Farvæl, harra Muffin eftir Ulf Nilsson. Ebba Hentze týddi og Anna-Clara Tidholm myndprýddi

Ein genta eigur ein hamstara, ið eitur Harra Muffin. Eina ferð var hann ungur og sterkur og orkaði at bera og dragsa agurkur, men nú er hann gamal, móður og gráur. Hann hugsar um lívið hjá sær og mjatlar eina mandlu. Ein mikudag fær Muffin brádliga ilt í magan. Tey senda boð eftir djóralæknanum, men hon kannar hann og bara ristir við høvdinum - har er einki at gera. . .
Farvæl, harra Muffin er ein heilskapað og hugvekjandi myndabók um tað at gerast gamal og doyggja. Bókin lýsir eisini, hvussu børn hugsa um deyðan, tí gentan, ið eigur hamstaran, skrivar honum brøv, sum vit sleppa at lesa. Tað hevur hepnast Ulf Nilsson og Annu-Claru Tidholm í orðum og myndum at gera harra Muffin so livandi, at minnið um hann gerst ógloymandi. Bókin er 46 blaðsíður í litum, innbundin og kostar 90 kr.