Carlton
Einir 10 mans úr Chili vóru í gjár royndartúr við Carlton, eins og fólk eisini vóru frá góðkennandi myndugleikunum í Chili.
Nú chilenar eru í Føroyum eftir skipinum, hevur Klaksvíkar kommuna havt Dáva Winther, leiðara á mentanardeildini hjá kommununi, umborð á skipinum við heilsanum og gávum frá býnum, samstundis sum nýggju eigarunum hevur verið ynskt góða eydnu við skipinum.
Chilenar hava hinvegin takkað nógvar ferðir fyri blíðskap og vinarlag, sum teimum hevur verið víst á ferðini í Føroyum.
- Nýggi skiparin á Carlton, sum nú kallast Pelicano, Jorge Acevedo Parado og 1. meistari Luis Duran Concha, vóru sera fyrikomandi og gleddust um vakra býin. Meðan eg vitjaði umborð, vóru teir nakað upptiknir, tí góðkennandi myndugleikarnir úr Chili skuldu gera seg lidnar við pappírsarbeiði.
Dávur Winther sigur, at meðan hann vitjaði
umborð, komu góðkenningarskjøl upp at hanga, eins og navnabroytingin var sjónlig.
- Manningin bar provianti umborð, sum Kjølbro-heilsølan læt teimum, og í allari rúgvuni var hópur av sodavatni frá Føroya Bjór.
Dávur Winther sigur, at chilenar søgdu seg gleða seg til ferðina, og teir takkaðu fyri gávur og øll góðynskir úr Føroyum.
Væntandi fer ferðin úr Føroyum til Chili at taka tað mesta av einum mánaða. Skipið loysti ætlandi í gjárkvøldið við 10 monnum umborð, samstundis sum trý umboð fyri góðkennandi myndugleikarnar í Chili fara heimaftur við flogfari.
Smáir brikkar
Manningin, sum sigldi við Carlton, hevði góða hýru, meðan alt gekk væl.
Í mars lýsti Føroya Fiskimannafelag mynstringarbann fyri sínar limir við Carlton, tí felagið metti ikki, at reiðaríið helt sáttmálan.
Skipið helt kortini fram at sigla við limum úr Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagum.
Viðurskiftini millum Fiskimannafelagið og felagið aftanfyri Carlton komu ongantíð í rættlag aftur, og tískil komu limir FF’s heldur ongantíð umborð aftur á skipið.
Nú er Carlton so seldur til Chili, og hesar hýrurnar eru fyribils burtur.
Sosialurin hevur tí spurt Jan Højgaard, um hann kennir seg at hava nakra ábyrgd av, at skipið ikki longur er í føroyska fiskiskipaflotanum.
Eingin skuldarkensla
- Nei, eg beri onga skuldarkenslu av hesum, sjálvt um eg veit, at onkur hevur róð fram undir, at eg havi skyldina í, at skipið nú er selt. Hvørki eg sjálvur ella reiðarin, Hanus Hansen, kundu havt gjørt tað stóra við hetta, tí báðir eru vit bert smáir brikkar í spælinum hjá útlendskum kapitali í Føroyum.
Jan Højgaard sigur, at tað einasta, ið hann sum formaður í Fiskimannafelagnum gjørdi, var at verja sínar limir.
- Og tað er mín skylda, leggur hann aftrat í stuttari viðmerking.