Dysturin Føroyar - Montenegro verður leiktur hósdagin 13. juni klokkan 18.30 føroyska tíð.
Hóast føroyska hondbóltslandsliðið iðrar seg um at ikki hava heimavøll í Føroyum, er tað eisini við einum ávísum spenningi ella forvitni, at leikararnir kanna sær umstøðurnar, tá ið teir nú fyri triðju ferð í hesi undankappingini koma til ein nýggjan bý, ið teir skulu kalla heim fyribils.
Hesaferð er føroyski heimavøllurin í Farum, og landsliðið býr á einum gistingarhúsið, ið er knýtt at fótbóltsfelagnum, FC Nordsjælland. Sjálvt gistingarhúsið er eisini bygt upp í leikvøllin, Right to Dream Park, so danska fótbóltsliðið setur sín dám á gistingarhúsið.
Føroysku leikararnir eru ikki meira enn komnir inn um hurðina, tá ið teir síggja tvey føroysk nøvn á eini talvu í gongini.
Talvan heiðrar øllum landsliðsleikarum, ið hava spælt í FC Nordsjælland, og tískil verða tær báðar Lív Finnbogadóttir Arge og Ásla Johannesen sjálvandi heiðraðar fyri at umboða føroyska fótbóltslandsliðið. Tær eru samstundis einastu kvinnurnar á talvuni.
Fyri in.fo greiðir eitt starvsfólk frá, at fleiri føroysk ítrottarfólk hava búð á hesum gistingarhúsinum, ið er eyðkent fyri at hýsa ítrottarfólk.
Hann finnur eitt yvirlit fram, ið vísir, at føroyska manslandsliðið í fótbólti hevur gist her áður, eins og U19 liðið hjá monnum eisini hevur verið her.
Føroyska landsliðið svevur á gistingarhúsinum í kvøld og í annaðkvøld eftir dystin ímóti Montegro. Síðani verður farið við flogfari til Aalborg, har Danmark hevur heimavøll ímóti Føroyum sunnudagin.