Fartelefonir, rúsevnakoyring, oljuleiting og fosturtøka á skránni

12 mál standa á skránni hjá Løgtinginum hendan fjórða arbeiðsdagin hjá Løgtinginum, sum hevur úr at gera hesa vikuna

Tingfundir eru á skránn allar dagar í vikuni, áðrenn løgtingið fer í páskafrí í tvær vikur.

 

Úr listanum niðanfyri sæst, at Løgtingið fer at viðgera broyting í ferðslulógini, sum snýr seg um nútímansgerð og nágreinan av orðskiljingum, broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og øðrum handhildnum samskiftistólum, skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni, seta bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, har ferðslulógin er galdandi, viðvirkan av dómsmonnum o.a

 

Eitt uppskot er um broyting í løgtingslóg um at leita eftir olju. Og so er eitt uppskot um fosturtøku eisini á skránni. Talan er ikki um uppskotið frá landsstýrismanninum í lógarmálum um fría fosturtøkur, men tvørtur ímóti um eitt uppskot frá Miðflokkinum um at »verja ófødda barnið«. Hitt málið hjá landsstýrismanninum kemur fyri í Løgtinginum í morgin.

 

Skráin fyri tingfundin í dag er hendan:

 

 

1

 
 

3. viðgerð LM-052/2023 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af retsplejelov for Færøerne (ajourføring)

 
 

2

 
 

1. viðgerð LM-081/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Nútímansgerð og nágreinan av orðskiljingum, broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og øðrum handhildnum samskiftistólum, skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni, seta bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, har ferðslulógin er galdandi, viðvirkan av dómsmonnum o.a.)

 
 

3

 
 

1. viðgerð LM-103/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um rúsevnakoyring og møguleikan at avgreiða mál við fráboðan)

 
 

4

 
 

1. viðgerð LM-095/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og í løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum (Peningur til jarðfrøðiligar kanningar heldur enn umhvørvisárinsmetingar)

 
 

5

 
 

1. viðgerð LM-097/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Ásetingar í sambandi við kanningar av vanlukkum á sjónum, talgilt samskifti, sjóuppmerking, gjald fyri sýn o.a.)

 
 

6

 
 

1. viðgerð LM-098/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Ásetingar um kortlegging og skanning í sambandi við nettrygd og um at nágreina ásetingar um at savna upplýsingar)

 
 

7

 
 

1. viðgerð LM-104/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur)

 
 

8

 
 

1. viðgerð LM-112/2023 - Uppskot til løgtingslóg um at verja ófødda barnið

 
 

9

 
 

1. viðgerð LM-109/2023 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2024 (Vegskattur og viðlíkahald av landsvegum)

 
 

10

 
 

1. viðgerð LM-111/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (Vektgjald fyri allar persónbilar)

 
 

11

 
 

1. viðgerð LM-110/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur fyri samsýning fyri hjálpararbeiði við kirkjuligum, manngóðum ella alment gagnligum endamáli)

 
 

12

 
 

1. viðgerð LM-113/2023 - Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2023 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2023

 
 

13

 
 

Framløga