Tónleikarar ilskast, tí fólk nýta meiri orku upp á at taka myndir og filmar meðan konsertirnar eru, enn at lurta eftir tónleikinum. Hetta er ikki bert til fortreð fyri hinar áhoyrararnar, men fleiri tónleikarar kenna seg eisini vónsviknar.
Hetta heldur millum annað eisini gamla Pink Floyd-legendan Roger Waters:
- Tað er heilt ófatuliga irriterandi. Øll hesi fólkini sum halda hesir smáu, ræðuligu, lýsandi fýrakantarnir upp, greiddi hann Ekstrablaðnum frá eftir eina konsert í Odense.
Aðrir tónleikarar eri eisini argir inn á, at tað tykist, sum fólk ikki eru til staðar undir konsertunum longur og skilja ikki, hví fólk ikki leggja telefonina frá sær og heldur njóta tónleikin.