Fartelefonir loyvdar á Landssjúkrahúsinum

Fullkomna bannið av fartelefonum á Landsjúkrahúsinum, veðrur í næstum avtikið. Loyvt verður at tosa nærum um alt sjúkrahúsið

Síðani fartelefonin fór at vera hvønnmansogn, hevur tað verið ein stórur bági hjá sjúklingunum, at tað ikki hevur verið loyvt at nýta hana á sjúkrahúsinum.
Hetta hevur eisini økt um arbeiðsbyrðina hjá telefondamuni í vekslaranum, eins og hjá sjúkrasystrunum, sum máttu taka sær av at heinta rullandi mynttelefonirnar og seta tær upp á pláss aftur, eftir at sjúklingarnir høvdu lænt tær.
Men nú er vent í holuni og politikkurin viðvíkjandi tartelefonum er nú broyttur.
Hetta fer at vera ein stórur lætti hjá teimum mongu sjúklingum, sum hava egna fartelefon við, og sum nú kunnu ringja, uttan nakran trupulleika. Eisini verður tað ein stórur bati hjá avvarnadi,sum nú fáa beinleiðis samband við sjúklingin, uttan nakað stríð ? og uttan at verða til stríð hjá øðrum.

Undantøk
Nøkur undantøk vera tó, har ikki verður loyvt at tosa í fartelefon. Tey mest viðkvomu kanningartólini tola nevniliga ikki geislingarnar frá fartelefonunum, og tey kunnu tí verða ávirkað.
Væl og virðiliga verður tó skeltað, um hvar verður loyvt at tosa og ikki.
Av Landssjúkrahúsinum frættist, at eisini grannalond okkara eru farin frá at hava fullkomið fartelefonbann.
Seinnu árini eru nevniliga gjørdar langar og neyvar kanningar, um geislingina frá fartelefonum. Hesar kanningar hava víst, at vandin fyri, at tólini verða ávirkað, er ógvuliga lítil.
Tey tól, ið verða framleidd í dag, eru somuleiðis øll sera væl vard ímóti fartelefongeisling.
So um tú skalt innleggjast í Havn, so kanst tú trygt leggja tær fartelefonina í taskuna.
Skeltini, ið siga »fartelefonin bannað», verða framyvir nevniliga ikki at síggja allastaðni á Landsjúkrahúsinum.

?eys?